Kappróður

Nógv heiðurmerki til føroyskar rógvarar

Leygardagin luttóku 14 føroyskir rógvarar í DM í inniróðri.

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)

2025-01-12 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin luttóku føroyskir rógvarar í DM í inniróðri í Gladsaxe.

Føroysku rógvarnir kappaðust á 27 av tilsamans 612 setrunum í kappingini.

14 heiðursmerkir vóru vunnin fyrrapartin og 10 seinnapartin. Ein úrtøka á næstan 100 prosent, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Fyrrapartin var kappast í longru teinunum, og seinnapartin vóru lið- og sprintkappingar.

Fyrrapartin vann Sarita Kristina Hansen lættvektsbólkin 30-39 ár við tíðini 7:25.4, og hetta er danskt met í hesum bólkinum. Sarita Kristina Hansen vann eisini lættvektsbólkin 30-39 ár í 500m við tíðini 1:40.4.

Jógvan Skorastein við Misá vann U12 dreingir við 460m, Natasja Hansy úr Hørg vann U13 gentur við 498m, og Martin Eiriksson Mikkelsen vann U13 dreingir við 534m.

Sirið Andrassardóttir Mørkøre vann U14 gentur við 761m, Victoria Høghamar bleiv nr. 2 í U14 gentur við 744m, og Arnar Daniel Hjaltason bleiv nr. 2 í U14 dreingir við 819m.

Føroysku rógvararnir róðu seg til 1, 2 og 3 pláss í U16 gentur. Petra Johnsdóttir vann við tíðini 7:45.9, sum er persónligt met. Kristvør Kjærbo Clementsen bleiv nr 2 við tíðini 7:48.2, sum er persónligt met, og Vár Dánjalsdóttir í Húsinum bleiv nr 3 við tíðini 7:54.9.

Rúnar Emil Dalsá vann U16 dreingir við tíðini 6:43.0, sum er persónligt met.

Teitur Borg Brattaberg bleiv nr 2 í bólkinum U17 dreingir við tíðini 6:36.2, sum er persónligt met, og Pauli Joensen bleiv 2. pláss í U18 bólkinum við tíðini 6:24.2, sum er personligt met.

Seinnaparturin byrjaði við, at Natasja Hansy úr Hørg, Martin Eiriksson Mikkelsen og Jógvan Skorastein við Misá róðu 100 metur sprint í U13 bólkinum. Tey blivu nr 1, 1 og 2.

Síðani róðu Sirið Andrassardóttir, Victoria Høghamar og Arnar Daniel Hjaltason í U15 sprint á 200 metur. Tey blivu nr 2, 1 og 4.

Seinni U17 við 200 metur sprint, har Petra Johnsdóttir, Vár Dánjalsdóttir í Húsinum, Kristvør Kjærbo Clementsen, Rúnar Emil Dalsá og Teitur Borg Brattaberg luttóku. Tey blivu nr 2, 1, 9, 3 og 7.

At enda róðu Pauli Joensen og Vár Guriardóttur Hansen. Tey blivu nr. 2 og 1.

Zoe E. Dickson og Símun Tórur Joen-Jacobsen, sum eru í lestrarørindum í Danmark, fingu eisini góð úrslit í kappingini. Tey kappaðust í donskum feløgum.

Talan var um ein sera góðan dag, har føroysku rógvararnir enn einaferð prógvaðu, at teir hoyra heima í altjóða inniróðraelituni, skrivar Róðrarsamband Føroya. 

Føroyska ferðalagið kemur heim aftur seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder