Fótbóltur

Nógv umrøddi steypadysturin verður í kvøld

Klaksvíkingar hava fingið nýtt mál, og klárt er til dystin við Djúpumýrar í kvøld klokkan 19.

Mynd frá sunnudegnum (Mynd: Sverri Egholm)

Mynd frá sunnudegnum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-20 15:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útsetti dysturin millum KÍ og NSÍ, sum skuldi spælast sunnudagin, verður ístaðin leiktur í kvøld. Klaksvíkingar hava í dag sett nýtt mál upp, sum ikki er buklað.

Buklaða stongin á leikvøllinum við Djúpumýrar sunnudagin gjørdist mest umrødda støðan í føroyska fótbóltsheiminum um vikuskiftið. NSÍ var á vitjan hjá KÍ, og á pappírinum var hetta tann mest spennandi dysturin í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið, har taparin verður varpaður út úr kappingini.

Men dysturin varð ongantíð bríkslaður í gongd, tí nakað áðrenn dystin gjørdist greitt, at Petur Reinert, dómari, kolldømdi skadda málið, og at tað ikki bar til at gera í stand í einari handavend.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Runavíkingar kærdu sunnukvøldið dystin, og kravdu at vinna dystin, tí KÍ ikki hevði síni viðurskifti upp á pláss. Kappingarnevndin í FSF valdi tó ikki at ganga hesum kravinum á møti, og ásetti nýggjan dyst at vera í dag.

Og tað verður hann so, tí klokkan 19 verður dysturin bríkslaður í gongd. Vinnarin av dystinum í kvøld skal hitta 07 Vestur í fjórðinsfinaluni.

[object Object]Nýtt mál er sett upp í Klaksvík (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

Petur Reinert er upptikin við øðrum í dag, so dómari til dystin verður Alex Troleis.

Til ber at fylgja dystinum við støðu og málskjúttum á forsíðuni á Portalinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder