Tað er møguligt, at nýggja kappingin hjá Uefa, kallað Uefa Conference League, verður mett sum ein C-deild í Evropacup, men tað er ein sannroynd, at peningaliga er kappingin eitt nám fyri tey feløg, sum koma langt í kappingini.
KÍ og NSÍ eru føroysku umboðini, sum vera við í hesi kappingini í ár, eftir at evropeiska kappingin fyri feløg nú er umskipað í tríggjar deildir, Champions League, Europa League og Conference League. Lutakast verður til fyrstu umførini í hesi kapping um hálvan juni.
Men feløgini skulu spæla seg víðari úr teimum fyrstu umførunum fyri at vera við, har kappingin veruliga gevur pengar í kassan.
Norska tíðindastovan NTB skrivar, at tey trý norsku liðini, Molde, Resenborg og Vålerenga, sum koma beinleiðis inn í annað umfar í hesi kappingini, fáa 350.000 evrur – tað er 2,6 milliónir krónur – fyri tað, og spæla tey seg víðari, so eru heilt nógvir pengar at vinna.
Franska blaðið L’Equipe veit at siga, at tey 32 evropeisku liðini, sum spæla seg í bólkaspælið í Conference League, eru tryggjað 2,94 milliónir evrur – tað er næstan 22 milliónir krónur.
Hvør sigur í bólkaspælinum gevur 3,7 milliónur krónur á kontuna hjá felagnum, meðan javnleikur gevur 1,25 milliónir krónur. Vinnararnir av bólkaspælinum fáa 4,8 milliónir afturat, og tveyararnir helmingin, skrivar NTB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald