
Føroysku dreingirnir fingu eina flotta byrjan í nýggju Nordic Open kappingini á heimavølli. Tað kundi - og burdi helst - endað við sigri í føroyska bryjanardystinum í Bylgjuni, men íslendingar vunnu 29-28.
Sí eisini: Føroyar við flottum avriki móti Íslandi
Føroyski toppskjúttin - hetta kvøldið og í kappingini - Boas Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: AVA Photography/HSF)
Í U16-høpi í fjør taptu Føroyar greitt fyri íslendingum, so her vóru framstig at hóma.
Tað vóru eisini góðar løtur móti týskarunum við Tjarnir leygarkvøldið, men tungu og kropsliga sterku týskararnir vóru omaná allan vegin og vunnu 27-21.
Micah Wardum Ragnarsson var stinnur í føroyska málinum móti Týsklandi og Íslandi - hóast tap móti sterkum tjóðum fóru ikki so nógv mál inn hesar fyrstu dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Føroyar - Týskland (U17)
Týskland vann eisini sjálva kappingina, men tað var tætt. Sveis í fyrsta umfari á týskarunum, og á 3. degnum tyktust føroyingar mest merktir av tøttu dystarskránnu og taptu stórt móti Sveis.
Harvið trý tap á heimavølli og heldur fá mál móti Týsklandi og Sveis. Tó eisini fleiri glottar og sum lutfalsliga nýtt lið og ungir spælarar, fær man nógv burturúr at spæla dystir við slíkum stigi.
Hetta var fyrstu ferð, at hendan ungdómskappingin varð hildin. Næsta ár skulu spælarar í hesum árgangunum spæla EM-endaspæl fyri U18-landslið.
Nordic Open 2025
1. Týskland 4 stig
2. Sveis 4 stig
3. Ísland 4 stig
4. Føroyar 0 stig
Úrslitini hjá Føroyum:
Fríggjadag: Føroyar - Ísland 28-29
Leygardag: Føroyar - Týskland 21-26
Sunnudag: Føroyar - Sveis 19-31
Týskarar kundu lyfta steypið við Tjarnir eftir sigurin á Íslandi (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald