Kappróður

Norðoyastevnuróðurin eisini avlýstur

Eins og Norðoyastevnan sjálv, so er kappróðurin á stevnuni nú eisini avlýstur.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-03 21:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingin Norðoyastevna aftur í ár. Tað boðaði Klaksvíkar kommuna frá fyrr í dag, og nú boðar Róðrarsambandið at kappróðurin heldur ikki verður av ongum.

Róðrarsambandið fylgir sjálvsagt tilmælunum frá mynduleikunum, og avgerð er tikin um at útseta norðoyastevnuróðurin, verður sagt.

- Vit vóna at tað verður gjørligt at finna ein annan dag, at avgreiða róðurin. Vit harmast støðuna, serliga fyri rógvararnar og ikki minst fyri Klaksvíkar Róðrarfelag, sum aftur í ár og annað árið á rað missir sítt fíggjarliga grundarlag, sigur Róðrarsamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder