Fótbóltur

Norðurlond mótmæla umstøðunum í Katar

Krevja av Fifa, at okkurt verður gjørt við mannarættindini í landinum undan HM-kappingini næsta ár.

Christian Andreasen, FSF-forseti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Christian Andreasen, FSF-forseti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-21 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fótbóltssambondini í Norðurlondum, herundir Fótbóltssamband Føroya, fara í dag at leggja trýst á altjóða fótbóltssamgonguna, Fifa, um at taka stig fyri at gera vart við brotini á mannarættindini, sum verða framd í komandi vertslandinum fyri HM-kappingini, Katar.

Fifa hevur aðalfund í dag – hann gongur fyri seg á netinum – og her fara fótbóltssambondini í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark og Føroyum, at gera vart við hetta.

Tey hava skrivað eitt felags skriv til fundin, har funnist verður at mannarættindastøðuni í Katar her undan HM-kappingini har næsta ár. Londini vísa til kanningar av teimum nógvu deyðstilburðunum, ið eru hendir í sambandi við HM-byggingina í Katar.

Norðurlondini fara eisini at vísa á, at neyðugt er við umfatandi broytingum í Katar fyri at betra um støðuna viðvíkjandi mannarættindum í landinum. Londini krevja eisini, at bøtt verður pressufrælsið, skrivar finska Hufvudstadsbladet.

Danmarks Bold-Union hevur almannakunngjørt skrivið, ið kann lesast her

Mett verður at 6.000 fólk hava latið lív í arbeiðinum at byggja upp leikvøllir og annað til HM-kappingina í 2022. Gestaarbeiðarar í landinum hava arbeitt undir trælalíknandi umstøðum og teirra grundleggjandi mannarættindi hava ikki verið vird.

- Eitt av endamálunum hjá norðurlendsku fótbóltssamgongunum er at tryggja, at HM í Katar 2022 verður hildið í tráð við vanlig mannarættindi og rættindi hjá teimum nógvu gestaarbeiðarunum, sum byggja undirstøðukervið til HM, skriva sambondini.

Samgongurnar vísa eisini á, at teirra fjepparar eru farnir at gera vart við støðuna eisini.

- Okkara fjepparar krevna – við fullum rætti – at vit sum sambond og limir í Fifa, taka okkara ábyrgd fyri rættindunum hjá Arbeiðarunum í Katar. Fjølmiðlar, fjepparar og samstarvsfelagar krevja greitt svar frá okkum”.

Norðurlendsku fótbóltssamgongurnar eru við at fyrireika enn eina vitjan til Katar fyri at staðfesta, hvat er hent. Tey hava fyrr vitjað landið og tosað um mannarættindaspurningar við fyrireikingarnevndina og myndugleikarnar í landinum. Hetta var í 2016 og 2019, skrivar Hufvudsstadsbladet.

Fótbóltssamgongurnar seta eisini fram nøkur krøv í skrivinum:

- at síggja óheftar kanningar gjørdar av óheftum serfrøðingum yvir deyðstilburðirnar, ið heru hendir í sambandi við byggingina í Katar

- at bøtt verður um mannarættindastøðuna og umstøðurnar hjá gestaarbeiðarunum í landinum

- at mannarættindafelagsskapir fáa atgongd til landið, og at grundleggjandi rættindi hjá minnilutabólkum verða vird.

- at mannarættindi og rættindi hjá arbeiðarunum í sambandi við HM verða tryggjað undan, undir og eftir HM-kappingina. Kravið er ikki bara galdandi fyri leikvøllirnar, men eisini fyri gistingarhús, matstøð og onnur støð, sum veita tænastu í sambandi við HM-dystirnar.

Brævið er undirskrivað av forsetunum í teimum norðurlendsku fótbótssambandunum: Christian Andreasen, Føroyar, Gudni Bergsson, Ísland, Jesper Møller, Danmark, Karl-Erik Nilsson, Svøríki, Terje Svendsen, Noreg og Ari Lahti, Finnland.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder