Átta dystir vórðu leiktir til HM-endaspælið í hondbólti hjá monnum í Egyptalandi í gjár. Liðini í fýra bólkum spældu 2. umfar í innleiðandi bólkaspælinum, og fleiri lið hava nú spælt seg til millumumfarið - spurningurin er so, hvussu nógv stig hvørt lið fær við sær víðari.
Úrslitini í gjár - 16/1
Bólkur H:
Hvítarussland - Suðurkorea 32-24 (15-9)
Russland - Slovenia 31-25 (16-13)
1. Hvítarussland 3
2. Russland 3
3. Slovenia 2
4. Suðurkorea 0
Suðurkorea loypti hvøkk á við at byrja betri enn Hvítarussland, men skjótt fingu risafavorittarnir vent dystunum. Russland vann óvæntað á Slovenia, ið verður mett at hava rímiliga góðan møguleika at bjóða av í stríðnum um heiðursmerki. Hvítarussland, Russland og Slovenia eru víðari til millumumfarið - spurningurin er bara, hvussu nógv stig hvat einstakt lið fær við sær. Russland er í sera góðari støðu undan síðsta dystinum, ið er ímóti Suðurkorea.
Bólkur G:
Egyptaland - Norðurmakedóna 38-19 (20-6)
Kili - Svøríki 26-41 (16-20)
1. Svøríki 4
2. Egyptaland 4
3. Kili 0
4. Norður Makedónia 0
Sviar og egyptar eru víðari. Bæði liðini vunnu heilt stórt í Kairo gjárkvøldið, og skulu mánadagin dystast um fyrsta plássið í bólkinum, ið gevur fýra stig víðari í millumufarinum. Tá spæla Norðurmakedónia og Kili um at koma víðari. Tað var Lucas Pellas, sum til dagliga spælir í Montpellier, ið gjørdist svenskur toppskjútti í gjár við tólv málum.
Bólkur F:
Marokko - Portugal 20-33 (12-12)
Algeria - Ísland 24-39 (10-22)
Portugal spældi seg víðari í bólkinum við tryggum sigri á Marokko - hóast norðurafrikanska liðið stóð seg væl í 1. hálvleiki. Ísland vann stórsigur, Bjarki Elísson var í hopla við 12 málum, og liðið hjá Guðmundi Guðmundssyni tryggjar sær 2. plássið í bólkinum og tvey stig við víðari við sigri á Marokko mánadagin.
1. Portugal 4
2. Ísland 2
3. Algeria 2
4. Marokko 0
Bólkur E:
Eysturríki - Frakland 28-35 (13-17)
Sveis - Noreg 25-31 (13-17)
1. Frakland 4
2. Noreg 2
3. Sveis 2
4. Eysturríki 0
Noreg fekk síni fyrstu stig, tá Eysturríki varð skúgvað til viks í einum dysti, ið varð støðgaður ofta fyrstu løtuna orsakað av ymsum trupulleikum. Ikki óvæntað var tað Sander Sagosen, ið gekk á odda. Nummar fimm skoraði ellivu ferðir, og hann er nú toppskjútti í HM við 21 málum og hevur flest assist - 12. Harvið er Noreg á veg ímóti at tryggja sær 2. plássið. Frakland fer víðari og vinnur bólkin, um liðið fær stig ella ikki tapir ov stórt móti Sveis mánadagin. Sigurin á Eysturríki í gjár var tryggur. ![]()
Sander Sagosen kom aftur upp á eitt tvísiffrað tal av málum - Frakland vann aftur (Mynd: EPA)
Í dag skal hin helmingurin av liðunum í eldin aftur. Eingin stóruppgerð er á skránni, men tvífaldu evropameistararnir hava knívin á barkanum móti Póllandi eftir javnleikin móti Brasil í fyrsta dystinum. Kroatia fekk eisini bert javnleik , hóast leiklut sum stórfavorittur, men mótstøðan hjá kroatum er tó væl lættari á pappínum enn tann hjá Spania í kvøld. Kroatia skal spæla móti Angola - tó uttan spælskiparan og stjørnuna Luka Cindric, ið er liðugur í HM-ednasoælinum. Hann hevur fingið ein vøddaskaða, og av tí at liðið er í einari "koronuboblu", ber ikki til at finna útav, júst hvat er galið. Cindric er farin til Barcelona fyri at fáa viðgerð.![]()
Cindric og Kroatia høvdu tað trupult móti Japan. Spælskiparin er nú ikki longur í Egyptalandi (Mynd: EPA)
Danmark skal royna at byggja uppá heilt góðu byrjanina, ið heimsmeistararnir fingu móti Bahrain fríggjakvøldið. Tann dagin fekk Emil Jakobsen fyri aðru ferð staðfest koronu og er nú ikki á sama gistingarhúsi sum hinir í danska hópinum. Vongurin verður møguliga avloystur. Eingin annar í bobluni hevur fingið staðfest smitu, og í kvøld bíðar Congo, sum í sínum fyrsta hálvleiki í einum HM-endaspæli nakrantíð gjørdi bart. Tað verður tó allarhelst ikki javnleikur í steðginum í Kairo í kvøld.
Støðan hjá Grønhøvdaoyggjunum er ikki góð. Sjey koronutilburðir vórðu staðfestir áðrenn fráferð til Egyptaland, fýra við komu, og tveir í gjár. Harvið eru 13 leikarar ikki tøkir til dystin móti Týsklandi, bert níggju eru, og sambært reglunum skulu í minsta lagi tíggju verða á dómaraseðlanum. Um Grønhøvdaoyggjarnar ikki fáa í minsta lagi ein nýggjan leikara til Egyptalands áðrenn dystin, so tapir liðið sambært reglugerðini 10-0 uttan dyst. Um liðið, sum fyri fyrstu ferð er til eitt HM-endaspæl, so heldur ikki fær mannað lið til mikudagin, so verður tað tveitt út. Víst verður á, at teir báðir leikararnir, ið fingu staðfest koronu í gjár, hava havt smittuna fyrr í mánaðinum, og tað er tað sum vísur seg, men hetta hjálpir einki. Hinir níggju vórðu kannaðir aftur í gjár.
Skráin í dag - 17.01 - og støðan í bólkunum
Bólkur A:
17.00: Týskland - Grønhøvdaoyggjarnar
19.30: Ungarn - Uruguay
Týskland 2
Ungarn 2
Grønhøvdaoyggjarnar 0
Uruguay 0
Bólkur B:
17.00: Tunesia - Brasil
19.30: Spania- Pólland
Pólland 2
Brasil 1
Spania 1
Tunesia 0
Bólkur C
14.30: Katar - Japan
17.00: Kroatia - Angola
Katar 2
Japan 1
Kroatia 1
Angola 0
Bólkur D
17.00: Argentina - Bahrain
19.30: Danmark - Kongo
Danmark 2
Argentina 2
Kongo 0
Bahrain 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald