Noreg er á pappírinum tað allarsterkasta av mótsstøðuliðunum hjá Føroyum í Berlin. Norðmenn kunnu koma heilt langt í EM-endaspælinum, um teir fáa tingini ordliga at hanga saman, og í gjár fekk liðið hjá Jonas Wille gott úrslit í Danmark.
Hetta var í fyrsta umfari í sonevndu Golden League. Talan er um upphitingarkapping, sum í hesum førinum er í Danmark. Niðurlond og Egyptaland luttaka eisini.
Noreg spældi uttan Gøran Søgaard Johannessen, og Magnus Abelvik Rød var bert stutt á vøllinum. Hóast hetta var 15-13 til Noreg í steðginum í Royal Arena. Útiliðið spældi betri enn donsku EM-favorittarnir í fyrra hálvleiki, men heimaliðið fekk tó tamarhaldið, sum seinni hálvleikur leið.
Emil Nielsen spældi ógvuliga væl í danska málinum, álopið fleyt væl, og tað var 26-21, tá átta minuttir vóru eftir. Nikolaj Jakobsen tó leikbrá, tí hann vildi, at danska liðið skuldi arbeiða við nøkrum seinastu minuttirnar, men bólar vórðu kastaðir burtur, Danmark brendi skot, og norðmenn vóru kyniskir.
Síðsta løtan endaði 1-6, har Noreg javnaði, tá fýra sekund vóru eftir. 27-27 og eitt gott úrslit og avrik hjá norðmonnum, sum spæla tveir dystir í vikuskiftinum.
Tað ger føroyska liðið eisini. Føroyar spæla í kvøld móti Belgia á Hálsi. Liðini spæla aftur í morgin - í báðum førum verður bríkslað í gongd klokkan 19.30.
Sí eisini:
Verður helst fullsett til venjingardystirnar
Ein vika til søguligu uppgerðina móti Slovenia
--
Spælari: Óli Mittún
Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald