Hondbóltur

Noreg og Frakland víðari til hálvfinalurnar

Bæði liðini vunnu tryggar sigrar í kvøld - í morgin verður greitt, hvørjum tey skulu spæla ímóti í hálvfinalunum fríggjadagin. Noreg kann møta Danmark.

Silje Solberg stóð ein framúr dyst í norska málinum - Frakland gjørdi sítt móti Kekkia (Mynd: EPA)

Silje Solberg stóð ein framúr dyst í norska málinum - Frakland gjørdi sítt móti Kekkia (Mynd: EPA)

2023-12-12 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær tær fyrstu fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum hjá kvinnum vórðu spældar í Tróndheim í kvøld. Í báðum førum vann liðið, sum var í favorittleiklutinum.

Kekkia, ið ógvuliga óvæntað var komið so langt, royndi at kroysta Frakland. Bæði liðini skoraðu nógv í fyrra hálvleiki, og fronsku favorittarnir megnaðu ikki av álvara at fara frá fyrstu løtuna eftir steðgin. Hetta var millum annað tí, at kekkiski málverjin hevði nógvar bjargingar. Munur var tó á góðskuni, Kekkia skoraði bert seks mál í 2. hálvleiki, og OL-gullvinnararnir eru víðari eftir tryggjan sigur.

Tað eru norsku vertirnir eisini. Byrjanin var ógvuliga rótut og merkt av tekniskum villum, men Silje Solberg í norska málinum spældi ein framúr dyst. Tá so glið kom á eyðkenda norska álopsspælið, og avgerandi alveringar, umframt skot, fóru at sita, so var eingin ivi. 

Noreg fór frá niðurlendsku avbjóðarunum eftir steðgin. Evropa- og heimsmeistararnir skoraðu heili 18 mál í 2. hálvleiki, vunnu samanlagt við sjey málum og nú er lagt upp til norðurlendskt brak í Herning fríggjakvøldið.

Danmark er risafavorittur móti Montenegro í fjórðingsfinaluni í annaðkvøld. Vinnarin har skal dystast við Noreg í hálvfinaluni. Svøríki og Týskland spæla eisini fjórðingsfinalu í Herning í morgin. 

HM-fjórðingsfinalurnar

Í dag, týsdagin 12. desember

Frakland-Kekkia 33-22 (18-16)

Niðurlond-Noreg 23-30 (11-12)


Í morgin, mikudagin 13. desember

16.30: Svøríki-Týskland

19.30: Danmark-Montenegro

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder