Annað

Northern European Championship: Tríggir føroyingar komnir í finalurnar

Seinnapartin í dag skulu Rani Allansson Dalsgarð, Christopher Klevang, og Astrið Nanly Breckmann kappast í finalunum í Íslandi.

Rani, Astrið og Christopher

Rani, Astrið og Christopher

2019-09-22 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kappaðust fimleikararnir á amboðslandsliðnum til NEC í Íslandi, og tað eydnaðist trimum íðkarum at koma í finalurnar.

Rani Allansson Dalsgarð kom víðari í lop, Christopher Klevang í gólv, og Astrið Nanly Breckmann kom víðari í lop.

Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna hevur kvalificerað seg til eina finalu, og samstundis er hetta fyrstu ferð, at menninir hava fingið yvir 200 stig í liðkappingini, sigur Føroya Fimleikasamband.

Kappingin byrjar aftur í dag klokkan 15.10 føroyska tíð, og tá skulu Rani, Christopher, og Astrið aftur kappast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder