Fótbóltur

Noyðast skjótt at venda høvdinum víðari

Føroyska liðið hevur longu stóra uppgávu á skránni aftur í annaðkvøld. Nógv frá Slovenia-dystinum kann takast við til uppgerðina móti Noreg.

Føroysk spælararnir vóru vónbrotnir hóast flott avrik í fyrstu EM-royndini. Stuðulin frá áskoðaraplássinum var øgiligur (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysk spælararnir vóru vónbrotnir hóast flott avrik í fyrstu EM-royndini. Stuðulin frá áskoðaraplássinum var øgiligur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-12 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Ein stórur og serligur dagur fyri føroyingar er farin afturum í týska høvuðsstaðnum. Føroyar gjørdu sær als ikki fyri skommum móti Slovenia - tvørturímóti. EM-hálvfinaluliðið fyri fýra árum síðani noyddist veruliga at stríðast fyri at koppa Føroyum í undirhaldandi dystinum: Tað stóð á jøvnum í steðginum, føroyingar vóru á odda í løtum, slovenar fóru veruliga avstað eina løtu í 2. hálvleiki, men fýra føroysk mál á rað fingu nakað av spenningi í aftur.

Tá samanum kom, vóru trý mál á muni. Sterku slovenarnir sum Miha Zarabec forðaðu fyri sensatiónini, men føroysku fjeppararnir vunnu stórt á áskoðaraplássunum, meðan teir í føroyska hópinum helst lærdu nógv.

[object Object]
Teis Horn Rasmussen skoraði fyrsta føroyska EM-málið - tað var helst nakað serligt hjá føroyingunum at fegnast um mál, tá fjøldin var, sum hon var (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Føroyska áskoðarafjøldin var størsti vinnarin í kvøld
Myndir: Stóri EM-dysturin í Berlin
Peter Bredsdorff-Larsen: - Vit áttu at vera frammanfyri í hálvleikinum

Samrøður:
Elias á Skipagøtu: Føla at vit hava allar møguleikar at vinna í dag
Pauli Jacobsen: - Nakrar løtur gerast dýrar - áskoðarnir fantastiskir
Teis Horn Rasmussen: Fingu okkara egna medisin - fekk gásarhold áðrenn dystin

Føroyska liðið hevur lítið av tíð til at sleikja sárini. Dagurin í dag er einasti fyrireikingardagurin undan dysti nummar tvey. Talan verður um tí á pappírinum størstu uppgávuna fyri Føroyar: Noreg.

Norska liðið legði út við at vinna við 11 málum á Póllandi í gjár, og heilt nógv skal gerast rætt, um Føroyar skulu megna at fylgja nøkulunda við Sander Sagosen og teimum í annaðkvøld. Í gjárkvøldið var tað ein blandingur av millum annað ov nógvum brendum skotum, tekniskum villum á umráðandi tíðspunktum og ov leysari verju seinastu 25 minuttirnar, ið kostaðu stig.

[object Object]
Ymiskt var at iðra seg um í føroysku leguni í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Hákun: Dagsins spælari og javnsettur toppskjútti

Arbeitt verður helst við at bøta um summi av hesum tingunum, men Peter Bredsdorff-Larsen og hinir kunnu hinvegin eisini taka nógv jaligt við frá søguligu uppgerðini. Føroysku fjeppararnir? Teir vera framvegis her og helst fleiri eisini, og tað er eingin ivi um, at stuðulin fer at merkjast væl til stóru uppgávuna.

Klokkan 10 hevur føroyska liðið tíðindafund á sínum gistingarhúsi. Har verða Portalurin, aðrir føroyskir miðlar, umframt nakrir útlendskir miðlar til staðar, og vit hava ymiskt tilfar higani. 

EM 2024 - Bólkur D (Berlin)
Í gjár, hósdagin 11. januar. 1. umfar

Føroyar - Slovenia 29-32 (13-13)
Noreg - Pólland 32-21 (15-10)

Støðan: 
1. Noreg 2 stig
2. Slovenia 2 stig
3. Føroyar 0 stig 
4. Pólland 0 stig

Í morgin, leygardagin 13. januar
17.00: Slovenia - Pólland
20.30: Føroyar 
- Noreg

Tvey tey fremstu liðini eftir trý umfør koma víðari til meginumfarið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder