Tað hevur verið geitt síðani seint í summar, at NSÍ skal hava nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið til næsta kappingarár.
Á tíðindafundi seint í oktober 2023 varð Jens Wedeborg kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari í Runavík.
Í kvøld, 1. desember 2025, heldur NSÍ aftur tíðindafund í fundarhølunum í Bylgjuni. Og nógv bendir á, at høvi aftur er venjarakunngerð.
![]()
Jens Wedeborg leiddi NSÍ til eitt 4. pláss, sum uppflytarar, í sínum fyrra árið. Í 2025 endaði NSÍ á 3. plássi, eftir at man dragnaði nakað út á árið og fór út tíðliga í steypakappingini og í Evropa á dramatiskan hátt (Mynd: Sverri Eghom)
Felagið hevði um kappingarenda eina loysn so at siga í hús, men hesin venjarin bakkaði út í síðstu løtu.
Síðani hevur arbeitt verið víðari við málinum. Sambært okkara keldum er okkurt komið uppá pláss nú, og skal talan vera um ein norðurlendskan venjara - helst íslendskan - sum nú fer at skrivað undir sáttmála við NSÍ.
Tað er ósannlíkt, at talan er um nakað annað - men livst so spyrt. Tíðindafundurin hjá NSÍ í Bylgjuni í kvøld byrjar klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald