Trý mál og ein øðiligur rómur á reyðu fjøldini. Sigursdansur á vøllinum og sjálvandi: Fýrverk.
16. oktober 2022 fór B68-fjøldin um Svangaskarð og um "Golan-heyggjarnar" og "hertók" ítróttarøkið við Løkin. Reyði pantarin og spælararnir - í bláum hendan dagin - gjørdu sítt arbeiði til lítar, og tað eydnaðst B68 at tryggja sær sætið í Betrideildini við 3-2 sigri og samstundis senda NSÍ niður í næstbestu deildina fyri fyrstu ferð í hesari øldini.
Liðformenninir eru teir somu. Hesaferð vil Klæmint Andrasson Olsen senda Aleksandur Jensen og hinar niður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jákup á Borg fær ein lufttúr. Í dag fyllur venjarin 45 men hevur venjarabann til sín seinasta dyst í B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
NSÍ og B68 vóru millum tey liðini, sum høvdu eitt tætt botnstríð fyri tveimum árum síðani, og eftir innanhýsis dystin í næstseinasta umfari var greitt, at NSÍ noyddist tungu leiðina niður.
Síðani er liðið komið sterkari uppaftur og fekk sunnudagin staðfest 4. plássið í Betrideildini. Hetta merkir, at liðið skal spæla í Conference League næsta ár - uttan so at B36 vinnur steypafinaluna næsta vikuskifti.
Fyri B68 er veruleikin ein heilt annar. Liðið hevur havt fíggjarligar trupulleikar seinastu tvey árini og hevur havt torført við at vinna fótbóltsdystir. Nú er liðið hjá Jákupi á Borg í tí støðu, at man skal vinna síðsta dystin fyri at hava nakran møguleika at yvirliva. Og hann er við Løkin.
Tað er eingin ivi um, at hóast NSÍ einki ítøkiligt hevur at spæla fyri, so fer heimaliðið at gera alt fyri at vinna dystin. Man minnist hvat hendi seinast. Grannarnir bresta saman til lagnudystin, fyri B68, við Løkin klokkan tvey.
Støðan í stríðnum um plássið í deildini:
8. Skála 20 stig (-27) - skora fleiri mál enn B68
---------------------
9. B68 18 stig (-28)
Jákup Jakobsen og hinir hjá Skála stríddu seg til eitt stig á Svangaskarði fyrst í mánaðinum. Nú er verjuspælarin ikki við vegna leikbann (Mynd: Sverri Egholm)
Samstundis spælir Skála í Gundadali. Tað er ikki eitt stað, har Skála vanliga heintar stig í Betrideildini. Sannroyndin er, at um Skála vinnur seinnapartin, so er plássið tryggjað - og B68 skal spæla í 1. deild fyri fyrstu ferð síðani 2020.
Spælir Skála javnleik, skal B68 vinna við minst tveimum málum á NSÍ fyri at yvirhála. Hetta tí Skála er eitt mál betri í málmuni, umframt at teir appelsinlittur hava skorað fleiri mál.
Annars skal Skála dúva uppá at kommunufelagarnir fáa stig í sínum heimadysti. Í so fall halda Pauli Poulsen og hansara menn fast í 8. plássinum og plássinum í Betrideildini. Uppflytararnir fingu stig á Svangaskarði fyrst í mánaðinum og móti NSÍ sunnudagin og eru harvið í betri støðu enn B68.
Tað er greitt ein smeitur fyri Skála, at man noyðist at vera liðformannin og verjuovastan Jákup Jakobsen fyriuttan. Hann fekk sítt fjórða gula kort í Betrideildini 2024 sunnudagin og hevur harvið leikbann í dag. Danin Nicolai Møller Dohn verður sum skilst heldur ikki við. Hann fór út við vøddaskaða fyri seks døgum síðani. Hetta kann fara at merkjast hjá Skála - B36 spælir fyri at skerpa seg til steypafinaluna.
Nicolai Dohn skoraði móti B68 - hann fær allarhelst ikki spælt í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Uppflytararnir Skála kunnu tryggja sær plássið í Betrideildini í Gundadali seinnpartin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hinir tríggir dystirnir hava ongan ítøkiligan týdning. Vit vera tó eisini til staðar í Sarpugerði, har Víkingur fær nýtt FM-steyp handað, og stórur felags fagnaður er. Víkingur kann eisini byggja á sítt egna stigamet.
Sí eisini: Bert spenningur eftir um eitt pláss í Betrideildini
Allir dystirnir byrja klokkan 14. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni á Portalinum, og hava vit eisini ymiskt tilfar frá dystinum
Betrideildin, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 26.10
B36 - Skála
NSÍ - B68
Víkingur - 07 Vestur
ÍF - KÍ
EB/Streymur - HB
Støðan í Betrideildini eftir 26 umfør
1. Vìkingur 70 stig *
2. KÍ 64 stig
3. HB 56 stig
4. NSÍ 42 stig **
5. B36 38 stig
6. 07 Vestur 30 stig
7. EB/Streymur 28 stig
8. Skála 20 stig (-27) - skora fleiri mál enn B68
---------------------
9. B68 18 stig (-28)
10. ÍF 7 stig ***
* Føroyameistari
** Tryggja 4. plássið
*** Flutt niður
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald