Fótbóltur

NSÍ-kvinnurnar skriva søgu í Skopje í dag

Føroyameistararnir spæla Champions League-dyst klokkan 16 - móti norðurmakedónsku vertunum.

Fyri fyrstu ferð skal NSÍ spæla Champions League hjá kvinnum. Her síggjast tær fyrireika seg í Skopje, har ein sigur í dag skal til, fyri at liðið skal hava møguleikan til at koma víðari (Mynd: NSÍ)

Fyri fyrstu ferð skal NSÍ spæla Champions League hjá kvinnum. Her síggjast tær fyrireika seg í Skopje, har ein sigur í dag skal til, fyri at liðið skal hava møguleikan til at koma víðari (Mynd: NSÍ)

2025-07-30 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vann kvinnuliðið hjá NSÍ greipuna og føroyameistaraheitið á fyrsta sinni. 

Gullið í landskappingini gevur NSÍ rættin at spæla í Champions League, og beint fyri ólavsøku gekk leiðin hjá teimum gulkløddu úr Føroyum.

NSÍ er í bólkinum, sum verður spældur í Norðurmakedónia, og skal í dag spæla hálvfinalu móti vertsliðnum Ljuboten.

Norðurmakedónska meistaraliðið stendur sum favorittur hjá veddingarfyritøkum, men tað er ikki nógv, ið skilir styrkistølini hjá deildunum. Í landsliðshøpi eru Føroyar eisini framamnfyri Norðurmakedónia, so lagt er upp til spennandi dyst.

Ein vansi hjá NSÍ er, at liðið ikki hevur spælt dyst í beint yvir ein mánaða. Landskappingin fór í summarsteðg 27. juni.

Meistaraliðini úr Bulgaria og Armenia eru eisini í hesum innleiðandi bólkinum. Vinnararnir hittast til finalu um vikuskiftið, har spælt verður um víðari luttøku í Champions League.

[object Object]

Fyrsti dystur hjá NSÍ í Champions League byrjar klokkan 16. Hann kann stroymast ókeypis á Youtube.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder