
Í dag varð greitt, at NSÍ og KÍ fáa ávíkavist finska og lettiska mótsstøðu í fyrsta umfari í nýggju Conference League.
Í mun til í fjør, spæla liðini úti og heima, Dystirnir verða leiktir 8. og 15. juli.
Upprunaliga skuldu bæði KÍ og NSÍ hava útidyst fyrst, men nú er greitt, at tað NSÍ byrjar á heimavølli. Hetta kemst av tí, at HJK Helsinki hevur heimadyst í Champions League 7. juli. FC Honka Espoo - Espoo er áleið 16 kilometrar frá Helsinki - nýtir Bolt Arena hjá HJK til evropeiskar dystir, og harvið er avtala gjørd millum finska og føroyska felagið um, at spælt verður á Svangaskarði hósdagin 8. juli.
Eina viku seinni spæla liðini í Helsinki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald