Fótbóltur

NSÍ og Víkingur leggja trýst á

Petur Knudsen og Klæmint Olsen skoraðu tvær ferðir hvør í kommunuppgerðini, Víkingur skoraði bæði málini í Trongisvági fyrstu fimm minuttirnar, og í uppgerðini um 6. plássið endaði tað 1-1.

2020-09-27 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í Betrideildini eru leiktir í dag.

Í Runavík hevði bontnliðið nakrar góðar málmøguleikar men fekk bara ikki støðga Peturi og Klæminti og ein støðugum NSÍ-liði. Petur Knudsen smekkaði bóltin í Skála-málið tvær ferðir fyrstu 25 minuttirnar - eftir upplegg úr hvør sínari síðu. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik fann nummar 16 væl Klæmint Andrasson Olsen. Petur hevði møguleika at skora hattrikk, men Bárður á Reynatrøð hevði nakrar góðar bjargingrar, og málið hjá Skála, ið Niels Pauli Danielsen skoraði, var gott.

Tað sá út til at enda 3-1, men tað seinasta ið hendi í dystinum var, at Klæmint skoraði sítt mál nummar 200 í sínum dysti nummar 317 í Betrideildini. NSÍ er eitt stig frá KÍ og fýra frá HB, við einum dysti fleiri, og B36 skal renna aftaná. 

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

[object Object]Mynd: Juul' Foto

Les eisini: Klæmint 200 mál í Betrideildini

Víkingur hevur nú vunnið tvær ferðir innan ein mánað í Trongisvági og hevur seks sigrar á rað. Harvið eru teir ljósabláu enn við í evropeiska stríðnum, og Jóhan Petur Poulsen hevur framvegis fult stigatal sum venjari í Betrideildini. TB hevur gjørt tað trupult fyri NSÍ og serliga KÍ seinastu dystirnar við Stóra og kom eisini á odda, tá Vìkingur vitjaði 28. august. Í dag setti útiliðið tó tingini uppá pláss beinanvegin - Bogi Reinert Petersen og Ari Olsen syrgdu fyri málunum. 

Í Fuglafirði skoraðu liðini eitt mál hvør - í endanum av hvør sínum hálvleiki. Høgra síðan hjá ÍF, Sjúrður Pauli Nielsen og Hans Jákup Lervig, stóð fyri 1-0 málinum til heimaliðið. EB/Streymur var tó samanlagt leikliga omaná ígjøngum dystin, men vandamiklar støður vóru í báðum endum í 2. hálvleiki. Uros Stojanov var ein støðug hóttan hjá ÍF, ið hevði nakrar góðar umstillingar, men sum ikki fekk stongt hurðina.

Ístaðin spældi rutinan hjá útiliðnum, ið annars hevði nógvar ungar og spennandi leikarar á vøllinum, inn ímóti endanum. Innskifti Arnbjørn Hansen trekti væl framvið Hákuni Edmundssyni, ið spældi í miðverjuni fyri leikbannaða Jens Joensen, vísti at hann skjótt kann seta ferð á, og varð faldur á sjálvari brotsteigarlinjuni. Bárður Olsen hevur gjørt mun, síðani hann kom aftur til barndómsfelagið og 34-ára gamli miðvallarin sendi bóltin upp í longra málhornið. Harvið deildu liðini, ið stríðast um 6. plássi, stigini og ÍF misti aftur ein sigur á stokkinum 

22. umfar í Betrideildini
27/9

NSÍ - Skála 4-1 (2-0)
9' Peter Knudsen (Jesper Flinck Christjansen) 1-0
24' Peter Knudsen (Jann Benjaminsen) 2-0
55 'Klæmint Andrasson Olsen (Petur Knudsen) 3-0
63' Niels Pauli Danielsen (Teitur Reinert Joensen) 3-1
90' Klæmint Andrasson Olsen (Steffan Løkin)

Myndir: NSÍ - Skála

TB - Víkingur 0-2 (0-2)
3' Bogi Reinert Petersen 0-1
6' Ari Olsen 0-2

ÍF - EB/Streymur 1-1 (1-0)
43' Hans Jákup Lervig (Sjúrður Pauli Nielsen) 1-0
87' Bárður Olsen (Arnbjørn Hansen) 1-1

Bárður: Tíbetur sat hann í kryssinum
Ólavur Larsen: Vinna ikki tað vit skulu vinna

Í morgin (28/9): 19.00: B36 - HB

4/11: 
KÍ - AB - Útsettur

Støðan

1. HB 52 stig (20 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir) 
3. NSÍ 47 stig (21 dystir)
4Víkingur 41 stig (20 dystir)
5. B36 40 stig (18 dystir)
6. ÍF 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 20 stig (22 dystir)
8. TB 14 stig (22 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 3 stig (21 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder