Fótbóltur

NSÍ segði takk fyri seinast

Í kvøld var eingin ivi, og runavíkingar vunnu 3-0 móti vágamonnum í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

(Savnmynd: Sverri Egholm)

(Savnmynd: Sverri Egholm)

2021-05-28 21:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum væntað, vann NSÍ fjórðingsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið móti 07 Vestur við Løkin í kvøld.

Tað stóð NSÍ á tí mesta við Løkin í kvøld. 07 Vestur, sum annars gav runavíkingum ein skarpan gang fyri trimum vikum síðani og fekk ein javnleik í landskappingini, megnaði ikki tað sama hendan dystin.

Vágamenn kláraðu at standa ímóti til ein hálvur tími varð leiktur, men tá kom hol á hjá Klæminti og hinum gulu. Fyrst Klæmint Andrasson Olsen til 1-0 tá 31. minuttir vóru leiktir og lítla løtu seinni økti Jacob Trenskow til 2-0.

Hetta var støðan langt inn í seinna hálvleik, og var tað ikki fyri 07 Vestur-málverjan í kvøld, Ari Petersen, so kundi staðið nógv verri til hjá vágamonnum.

Í 81. minutti staðfesti Klæmint Andrasson Olsen sigurin hjá heimaliðnum og skoraði til 3-0.

NSÍ er sostatt víðari í kappingini um Løgmanssteypið, og skal spæla hálvfinalu.

Fyrru hálvfinalurnar eru settar at vera 18. august, og tær seinnu 2. oktober. Finalan verður 6. november.

Tvær aðrar fjórðingsfinalur verða leiktar um vikuskiftið. EB/Streymur og B36 spæla í morgin klokkan 15, og ÍF og Víkingur bresta saman sunnudagin klokkan 15. Fjórðingsfinalan millum B71 og HB er útsett til 9. juni, tí fleiri leikarar hjá HB eru í sóttarhaldi.

FM1 kundi eftir dystin avdúka, at hetta var hin seinasti við Heðini Askham sum venjara. Í samrøðu við Trónd Arge vildi Heðin Askham ikki vátta hetta, men sum skilst hevði royndi venjarin sagt hetta við viðmerkjaran Teit Joensen aftaná samrøðuna, og eisini játtað, at tað kundi nevnast alment.

NSÍ - 07 Vestur 3-0 (2-0)
31’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0
34’ Jacob Trenskow 2-0
81’ Klæmint Andrasson Olsen 3-0

Hinar fjórðingsfinalurnar
EB/Streymur - B36 (29. mai, 15:00)
ÍF - Víkingur (30. mai, 15:00)
B71 - HB (9. juni)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder