- Um vit høvdu fingið tikið hetta stigið víðari, hevði tað verið ógvuliga stórt
Soleiðis seg André Olsen, hjálparvenjari hjá NSÍ, millum annað við Portalin í gjárkvøldið, beint áðrenn seinastu venjingini hjá liðnum undan seinna dystinum móti FC Honka Espoo í Europa Conference League.
Sí meira:
André Olsen: - Útgangsstøði er munandi betri nú
Tróndur Jensen: Trýstið liggur á teimum
Myndir: NSÍ er til reiðar til avgerandi dystin
Í fjør spældi NSÍ seg fyri fyrstu ferð víðari í evropeiskari kapping, tá Barry Town varð sent heim við 5-1 tapið á Svangaskarði. Her var tó bert talan um einstakan dyst, orsakað av koroustøðuni, hann var jú eisini á heimavølli, tað var undanundanumfar, og styrkin á mótstøðuliðnum var týðiliga ikki stór.
Tó skal einki takast frá avrikinum hjá liðnum hjá NSÍ í fjør, men nú múrurin er brotin, snýr tað seg um at byggja uppá og at skriva nýggja søgu. Liðið hjá Allan K. Jepsen tók fyrsta fetið við at spæla javnleik í Finnlandi fyri viku síðani. Hetta var fyrstu ferð í søgu felagsins, at liðið spældi á útivølli í Evropa uttan at tapa.
Klæmint Andrasson Olsen fegnast her um eitt av sínum trimum málunum í stórsigrinum í mjørkanum á Svangaskarði í august í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Klæmint: Høvdu væntað betri mótstøðu
Í kvøld er ein sigur eitt krav - um tað endar við javnleiki eftir 90 minuttir, so skal tað avgerast eftir longda leiktíð og síðani møguliga brotssparkskapping.
Klæmint í húgvini til venjing í gjár. Vandamikli áleyparin úr Rituvík hevur skorað sjey mál í evropesikum dystum. Harvið eru bert tvey mál upp til Levi Hanssen,og tað hevði ikki verið verri fyri NSÍ, um liðformaðurin nærkaðist tí í kvøld, javaði tað ella tók tað (Mynd: Sverri Egholm)
Allan K. Jepsen og hansara toymi hava seinastu tíðina av øllum alvi roynt at fyrireika lið sítt til stóru uppgávuna (Mynd: Sverri Egholm)
Klokkan seks bríkslar walisiski dómarin seinna Europa Conference League dystin millum NSÍ og FC Honka Espoo í gongd. Fyrri dysturin, sum var í Finnlandi fyri viku síðani, endaði málleysur, og hetta er eitt gott útgagsstøði fyri NSÍ - serliga nú reglan um útivallarmál er burtur. Veddingarfyritøkur geva tó ikki NSÍ serliga stóran møguleika, men í síðstu viku prógvaði liðið, at júst slíkt ikki altíð sæst aftur á vøllinum.
Tórður Thomsen og Búi Egilsson eru framvegis ikki tøkir vegna skaða.
Vit verða til staðar á Svangaskarði og hava ymiskt tilfar frá dystinum og til ber at fylgja støðuni á forsíðu okkara. Dysturin kann síggjast ókeypis á Rás1 hjá Televarpinum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald