Í gjárkvøldið hevði ÍF oddaliðið á knøunum eina góða løtu. Botnliðið javnaði, beint eftir at hálvur tími var leiktur og legði seg á odda beint fyri steðgin. Men sum so ofta, tá eitt lið úr botninum hittir eitt av ovaru liðunum, so avgjørdi ovara liðið dystin seinastu løtuna.
Les eisini: NSÍ bjargadi sær trý týdningarmikil stig í Fuglafirdi
Hetta er als ikki nakað óvanligt hjá NSÍ í ár; liðið hevur tryggjað sær nógv týdningarmikil stig seinasta partin av dystinum. Bolt.fo vísti fyrr í dag á, at NSÍ er miðal í 1. hálvleiki, men sera sterkt í 2. hálvleiki í ár. Hetta hevur serliga verið at sæð seinastu fýra dystirnar, har liðið hjá Guðjóni Tórðarssyni hevur vent einum tapið til stig.
Tað er serliga seinastu tjúgu minuttirnar, at runavíkingar eru eitrandi. Í seks dystum í ár; tveimum umframt teimum seinastu fýra, hevur liðið skorað eitt ella tvey mál seinastu tjúgu minuttirnar, og hetta hevur givið nógv stig á kontoina. Í trimum førum er yvirtíðin byrjað, tá NSÍ hevur skora mál, og hetta hevur givið sjey stig samanlagt.
Tvær ferðir hevur NSÍ tikið stig frá B36 seint; Tað byrjaði ímóti ÍF, og tað endaði (fyribils) ímóti ÍF - her er eitt yvirlit:
6. umfar
NSÍ - ÍF 3-1 (0-1)
26' Jóhan Petersen 0-1
64' Oddur Højgaard 1-1
80' Búi Egilsson 2-1
90' Jann Benjaminsen 3-1
Vunnin stig: 3
7. umfar
NSÍ - B36 2-1
17' Árni Frederiksberg 0-1
47' Jann Martin Mortensen 1-1
72' Pól Jóhannus Justinussen 2-1
Vunnið stig: 1
14 umfar
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
21' Michal Przybylski 1-0
92' Jóhan Troest Davidsen 1-1
Vunnið stig: 1
(Dystarfrásøgn)
17. umfar
Víkingur - NSÍ 2-3 (2-0)
7’ Sølvi Vatnhamar 1-0
35’ Sølvi Vatnhamar 2-0
47’ Peder Nersveen 2-1
77’ Klæmint A. Olsen 2-2
90’ Búi Egilsson 2-3
Vunnin stig: 3
(Dystarfrásøgn)
18.umfar
NSÍ-HB 1-1 (0-1)
37' Pætur Petersen 0-1
77' Øssur Dalbúð 1-1
Vunnið stig: 1
(Dystarfrásøgn)
15.umfar - útsettur
ÍF - NSÍ 2-4 (2-1)
1' Peder Nersveen 0-1
32' Gundur Ellingsgaard Petersen 1-1
45' Jan Ólavsson Ellingsgaard (br) 1-2
72' Klæmint Andrasson Olsen 2-2
89' Pól Jóhannus Justinussen 2-3
97' Klæmint Andrasson Olsen 2-4
Vunnin stig: 3
(Dystarfrásøgn)
Samanlagt: 10 mál og 12 stig seinastu tjúgu minuttirnar*
NSÍ hevur skora fleiri enn 10 mál seinastu tjúgu minuttunum í ár, men her er talan um mál, ið beinleiðis hava ført til, at liðið fær stig.
NSÍ var aftanfyri í steðginum í øllum hesum seks dystunum. Fýra av dystunum eru oddadystir. Hetta vísir mentala styrki, og prógvar tað, sum NSÍ'arar hava víst á í ár: Teir eru sera væl fyri, tá tað kemur til orku. Runavíkingar eru eisini á odda í Betrideildini við 39 stigum fyri 17 dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald