Fríggjadagin 4. juni spæla A-manslandsliðini hjá Føroyum og Íslandi venjingardyst á Tórsvølli. Talan verður um fyrsta venjingardystin á heimavølli síðani 18. august í 2004, tá Føroyar vunnu 3-2 á Malta á Svangaskarði.
Føroyar og Ísland hava ikki spælt síðani 14. august 2013 í Reykjavík, tá íslendingar vunnu 1-0.
2.500 áskoðarar sleppa til dystin á Tórsvølli. Dysturin er týðandi partur av fyrireikingini til teir sjey EM-undankappingardystirnar í heyst.
Atgongumerkjasølan byrjaði á heimasíðuni fsf.fo á middegi.
Fótbóltssamband Føroya boðar frá, at UEFA hevur undir nærri ásettum treytum loyvt, at áskoðarar aftur kunnu vera til altjóða dystir, og fyri at lúka hesar treytir er neyðugt at fylgja ymsum mannagongdum á Tórsvølli. Eitt nú skal frástøða á ein metur haldast, og allir áskoðarar hava skyldu til at avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak og klemm - eisini í samband við møguligan fagnað í samband við eitt nú mál.
Tær røttu inngongdirnar skulu nýtast, nøkur setur skulu vera ímillum hvønn lítlan flokk av fólki, og til ber ikki sjálvur at velja júst hvørji setur, ein ynskir.
Liðið hjá Håkani Ericsson spælur aftur 7. juni á Tórsvølli. Tá vitjar Liktinstein. Hópurin til dystirnar verður kunngjørdur týsdagin 25. mars.
Nýggja skýlið á Tórsvølli byrjar at líkjast (Mynd: FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald