Tveir innanhýsis topp-fýra dystir eru spældir í kvøld. Talan var um dyst nummar ellivu hjá liðunum og um framskundaðar dystir frá 16. umfari. Hetta er "ólavsøkuumfarið" - síðst í juli hava KÍ, Víkingur, HB og B36 evropeiskar uppgávur.
KÍ skal spæla í Champions League, og nógv bendir á, at liðið úr Klaksvík aftur skal tað í 2024. Nú eftir ellivu umfør, harímillum fýra topp-fýra dystir, hevur KÍ fult stigatal. Eins og í dystinum í Gundadali fyri tígjgu døgum síðani, var nýggjur málverji hjá føroyameistarunum, nú B36 vitjaði. Markus Petterson fekk skaða undir upphitingini, og eykamálverjin Hannis Matras avloysti. Hetta var fyrsti dystur í Betrideildini hjá 22-ára gamla klaksvíkinginum, og hetta loysti hann heilt væl.
Heimaliðið legði bragdliga fyri og kom á odda í 13. minutti - tá hevði Mattias Lamhauge longu verið noyddir at beina skot frá Árna Frederiksberg á stongina. Nú spældi KÍ væl, B36 gav heldur nógv pláss, og so kundi Mads Mikkelsen hegnisliga lyfta bóltin uppum Mattias. KÍ var veruliga omaná, men stutt fyri stegðin bjóðaði B36 - og serliga Hannes Agnarsson - av og hevði nakrar møguleikar. Tá beint yvir ein tími varð spældur, kringsetti KÍ brotsteigin hjá B36 og upp á næsta stóra møguleikan í álopinum skoraði Claes Kronberg til 2-0 við sínum fimta máli í kappingarárinum. Eins og í fyrsta málinum legði Páll Klettskarð snilt av til viðleikara.
Tað er lágvaksni og royndi danin Claes Kronberg, sum her verður fagnaður fyri at hava sett seinasta fótin á KÍ-álop. Við vinstra beininum økti nummar 32 til 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)
Nú lá tað av álvara til KÍ, og B36 bjargaði á strikuni løtu seinni. Men so kom bólturin heldur tilvildarliga til Hannes Agnarsson, ið minkaði um munin. Útiliðið trýsti nú av álvara, og heimaliðið tyktiskt merkt av støðuni. Innskifti Valerijs Sabala, fyrrverandi KÍ-áleypari, hevði naskan stútara, sum Hannis Matras bjargaði. Seinastu løtuna helt heimaliðið fast, og innskifti Sivert Gussiås burdi økt. Tó trý stig til liðið hjá Magna Hoseth, sum heldur fram við sama lag - B36 manglar at fáa stig í oddadystunum móti KÍ og HB er nú níggju stig frá fyrstaplássinum.
Tvey brend brotsspørk í Sarpugerði - HB rennur aftaná
Tað var Víkingur, sum samanlagt hótti mest í fyrra hálvleiki. Heimaliðið spældi væl við millum annað Poul Kallsberg sum fremsta manni. Teitur Gestsson var tó fyri nakrar ferðir, og millum annað eisini vinstri bakkurin Ári Mohr Jónsson sum einu ferðina bjargaði á strikuni, tá Jákup Johansen onkursvegna ikki fekk prikað bóltin í málið. Stutt fyri steðgin var tað meira HB. Fyrst gjørdi Bárður á Reynatrøð brotsspark móti Mads Borchers eftir langt útspark frá Teiti. Adrian skeyt tó uppum, men bert ein stóran minutt seinni fekk Áki Samuelsen pláss og royndi seg við fløtum langskoti, og bólturin sníkti seg í longra málhornið.
Dysturin var lívligur - eisini frá byrjan av í seinna hálvleiki - og í 54. minutti økti HB. Eftir ein góðan møguleika fekk útiliðið hornaspark, ið Viljormur Davidsen sendi inn úr høgru. Samuel Johansen Chukwudi vísti styrki, og Víkingur fekk ikki tamarhald á støðuni. Høgi og sterki miðverjin tamdi bóltin við lærinum og hálvfluktaði síðani, staddur mitt fyri og á fimm-metur linjuni. 0-2 og so var brekkan tung hjá heimaliðnum.
Áki Samuelsen hevur her - fyri aðru ferð í ár - skorað í sunnara málið í Sarpugerði. Liðið hjá Jákup Martini Joensen fór avstað við øllum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
HB vísti ávísar styrkir í kvøld, og millum annað var Emil Berger stinnur á verjukenda miðvøllinum. Sigurin tyktiskt eina løtu rímiliga tryggur, og Samuel stútaði á stongina, men Víkingur hevði eina løtu, har heimaliðið kundi fingið stóran spenning í aftur í Sarpugerði. Teir í ljósabláum stríddust væl og skapti støður, og tá eitt korter var eftir, fór Poul Kallsberg umkoll í brotsteignum eftir samanstoyt við Dan í Soylu. Eftir at bólturin fekst at liggja stillur eydnaðist tó Teiti Gestsson - heldur margháttiliga - at bjarga royndini frá Sølva Vatnhamar. Teitur var komin yvir, har bólturin endaði, næstan áðrenn annars tryggi brotssparksskjúttin skeyt.
HB vann fyri aðru ferð í ár í Norðragøtu - fyrru ferð var í steykappingini - og er nú á 2. plássi. Víkingur er nú eitt stig sindur longur frá topp-trý.
Betrideildin - framskundaðir dystir frá 16. umfari
Mikudagin 24.05
Víkingur - HB 0-2 (0-1)
40' Áki Debes Samuelsen 0-1
54' Samuel Johansen Chukwudi (Viljormur Davidsen) 0-2
KÍ - B36 2-1 (1-0)
13' Mads Boe Mikkelsen (Páll Andrasson Klettskarð) 1-0
63' Claes Phillip Kronberg (Páll Andrasson Klettskarð) 2-0
72' Hannes Agnarsson 2-1
Stigatalvan
1. KÍ 33 stig *
2. HB 26 stig *
3. B36 24 stig *
4. Víkingur 20 stig *
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. EB/Streymur 10 stig
8. ÍF 9 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig
Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald