Fótbóltur

Nú hava tey flestu liðini í Betrideidlini givið møguleika fyri at keypa atgongumerki

Tað er fyri at fjepparar kunnu stuðla, nú ongar áskoðarainntøkur eru. Átta feløg hava í vikuni gjørt hetta.

B36 og Skála eru tvey av feløgunum, sum seinastu dagarnar hava sett átak í verk fyri at royna at fáa inntøkur. (Mynd: Ólavur Frederiksen)

B36 og Skála eru tvey av feløgunum, sum seinastu dagarnar hava sett átak í verk fyri at royna at fáa inntøkur. (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-07 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Betrideildini byrjar aftur leygardagin hjálpir ikki feløgunum fíggjarliga. Í tann mun at áskoðarar ikki sleppa til dystir, og at feløgini harvið ikki fáa innntøku frá atgongumerkjasølu, umframt møguleigari sølu av lutasølum, kaffi og øðrum.

Áhugin millum føroyingar er stórur, nú kappingin byrjar aftur, og eisini í Noreg har norska TV2 fer at senda fyrstu 12 umførini. Norsk fjepparafeløg eru sett á stovn, men í fyrstu syftu gevur norski áhugin ikki tað stóra til føroysku feløgini. Tað er umtalan, og tað er nakað av sølu av fjepparalutum.

Les eisini: Stórur norskur áhugi fyri føroysku feløgunum

Nú hevur Ekstrablaðið eisini fingið fatur á rættindunum, men eins og við avtaluni hjá norska TV2 so gevur hetta ikki føroysku feløgunum meira pening beinleiðis í kassan.

Áskoðarainntøkur eru sera umráðandi hjá føroysku feløgunum. Ongar slíkar eru komnar inn seinastu tveir mánaðirnar, og óvist er nær áskoðarar sleppa inn til dystir. So nú kappingin fer í gongd noyðast feløgini at finna aðrar loysnir. Og nógv hava valt at selja atgongumerki.

Hetta fer ikki at geva keyparanum eina uppliving av staðnum, men tað er so, at fjepparar kunnu stuðla og hjálpa sínum felagið fíggjarligu í serligu støðuni.

Sjey feløg (nú átta feløg)

Fyrst góvu KÍ og NSÍ møguleikan - hjá NSÍ er talan um árskort. Síðani boðaði AB eisini frá, at tað ber til at stuðla felagnum við atgongumerkjafelagnum. Sama kvøld kom B36 við líknandi boðum. Eitt serligt hjá B36 er, at um ein keypir atgongumerki, so er tað eisini sum ein lutaseðil. Soleiðis er eisini við árskortinum hjá NSÍ.

Síðani hevur TB, ið seinastu sunnudagarnar hevur havt online bingo, eisini givið møguleika at keypa atgongumerki fyri at stuðla. Tað hevur EB/Streymur eisini á sínum fjepparabólki á Facebook.

Á Skála hevur ein arbeiðsbólkur sitið og hugt uppá møguleikarnar, og Skálastuðlar hava í dag kunngjørt, at áskoðarar hava møguleika at flyta pening á stuðulskonto felagsins í samband við at Skála spælir dystir. Skála spælir leygardagin á heimavølli móti ÍF. Felagið hevur havt fíggjarligar trupulleikar seinasta lítla árið.

HB hevur nú eisini givið møguleikan at keypa atgongumerki til dystin móti EB/Streymi leygardagin fyri at stuðla. *

Harvið er framvegis eingin ivi um, at tørvurin á inntøkum er stórur, nú fótbólturin byrjar aftur uttan áskoðarar. 

*Dagført 18.34

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder