Føroyar verða í november-desember umboðað í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti. Føroyar eru í bólki við Danmark, Kroatia og sveisisku vertunum.
Sí eisini: Leggja fyri móti Sveis 29.november - Danmark síðst á skránni
Í Hondbóltssambinum vænta og vóna tey nógvar føroyskar áskoðarar, og at fáa eitt heilt gott huglag í Basel - nakað líknandi tí í Berlin í januar.
Nú er møguleiki hjá føroyingum at ogna sær atongumerki í føroyska økinum.
- Fyri at sita saman við føroyingunum, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna og síðani skriva koduna EURO-FAR í ávísta teigin. Hareftir kunnu tit klikkja á tey sitiplássini, sum tit ynskja at keypa. Talan er um eitt avmarkað tal av atgongumerkjum, sum eru tillutaði Føroyum.
HER er leinkjan, ið talan er um.
![]()
FanSacetion FAR skal veljast (Mynd: ticketcorner.ch)
Talan er um atgongumerki, sum eru til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum í bólkaspælinum, umframt hin dystin í bólkinum á sama dystardegi. Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya í dag.
Talan er eisini um tríggir ymiskir flokkar, í mun til prís. Hetta er eftir hvussu langt uppi ella niðri í føroyska bólkinum, ein situr.
Sambært HSF fer Atlantic Airways fer at flúgva beinleiðis til Basel og fara flogferðaseðlar at koma til sølu í næstum.
Sí eisini:
Andrass Thomsen: - Vóna at endurskapa góða stemningin
Hallur Danielsen: - Vóna at síggja nógvar føroyskar áskoðarar í Sveis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald