Annað

Nú kemur ein altjóða dartkapping til Føroya

Tórshavnar kommuna hevur játta 40.000 kr. til Havnar Dartfelag. Dartfelagið fer at skipað fyri altjóðari dartkapping í Høllini á Hálsi.

Mynd: Havnar Dartfelag

Mynd: Havnar Dartfelag

2019-03-04 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú kemur ein altjóða dartkapping til Føroya. Hetta er greitt, eftir at mentanarnevnd Tórshavnar býráðs játtaði 40.000 krónur til Havnar dartfelag fyrr í vikuni.

Felagið hevur í hyggu at skipa fyri kappingini í Høllini á Hálsi í 2019 og at fáa væl av útlendskum luttakarum við. Hugsanin er, at kappingin ikki er í háárstíð. Hetta sampakkar væl við málið hjá Tórshavnar kommunu um at fáa fleiri vitjandi hendavegin uttan fyri háárstíð.
 
Peningurin, sum er játtaður til kappingina, verður nýttur til at útvega felagnum dartbreytir aftrat, sum er ein fortreyt fyri, at felagið kann askipa fyri hesi altjóða dartkappingini í Havn, skrivar Tórshavnar kommuna.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder