Annað

Nú nærkast til Føroya Vakrasta Hálvmaraton 2020

Tiltakið verður 5. september, og tað verður skipað sambært leiðreglunum frá koronaráðgevingini, boða fyriskiparar frá.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-30 20:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er bert eina ferð um árið, at høvi býtst at renna eftir Vatnavegnum uttan ferðslu.

Leygardagin 5. september verður Føroya Vakrasta Hálvmaraton aftur á skránni, har runnið og gingið verður úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum.

Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarunum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennararnir hava eisini møguleika at lata stuðul. 

Seinasta ár lótu luttakarar av Føroya Vakrasta Hálvmaraton tilsamans 66.000 krónur til Krabbameinsfelagið. 

– Hóast onkrar tillagingar kunnu væntast orsakað av COVID-19 rokna vit við, at tiltakið verður eins hugnaligt og stuttligt sum vanligt við tónleiki á rutuni, eina máltíð aftaná, myndaboksin vitjar og tíðtøkan verður hesa fer við stuðuli frá FÍF, Frælsur Ítróttur Føroya.

– Av møguligum tillagingum kann nevnast, at tað verða neyvan skiftimøguleikar, at munnbind verða brúkt í bussinum til Gásadals og kanska starturin verður skipaður eitt sindur ørðvísi enn hini árini, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.

1. august á miðnátt fer luttøkugjaldið upp og tá er eisini seinasta freist at keypa sær #FVHM rennitroyggjuna frá G&G. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og støddirnar eru unisex.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum, kommununum í Vágum og vinnulívinum.

Frælsi hevur venjingar fyri vaksnum á ymskum stiðjum og í ár gleðast tey um, at Frælsi eisini er farið undir at bjóða barnavenjing aftur.

Tiltakið verður skipað sambært leiðreglum hjá koronaráðgevningini um frástøðu og reinføri. Sostatt verður eisini tikið fyrivarni fyri at, um gongdin í COVID-19 broytist, verða tillagingar gjørdar, siga fyriskiparar.

Meira kann lesast um tilmelding o.a. her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder