Um tvær vikur er tað "Super Bowl Sunday" í USA. Risastóra ítróttartiltakið, við nógvum undirhaldi ið fylgjur við, verður á skránni í Miami, og fýra lið eru eftir í dystinum um at sleppa í finaluna. Tá tað nærkast sólarris, verður greitt hvørji tey bæði liðini, ið skulu dystast um Lomarbdi-steypið, eru.
Fyrst skulu Kansas City Chiefs og Tennessee Titans í eldin. Chiefs vendi í seinastu viku 0-24 til 51-31, tá Texans vitjaði. Talan var um eitt tað størsta comeback'i í playoff-søguni. Tað varð leitt av nummar 15 hjá heimaliðnum, manninum ið gjørdist MVP (Mest virðismikli/besti leikarin) í NFL í fjør. Sjey ferðir á rað leiddi Patrick Mahomes hansara lið til stig, og í kvøld kann Chiefs koma í Super Bowl fyri fyrstu ferð í 50 ár.
Mahomes er lykilin hjá venjaranum Andy Reid (í bakgrundini) - Mynd: EPA
Tað plagar at ganga galið hjá liðnum frá statinum Missouri, og forðingin hesaferð er Tenneseee Titans. Chiefs er rímiliga greiður favorittur á heimavølli í ár, men Titans hevur bast Patriots (meistarunum) og Ravens (liðinum við flest sigrum í ár) á útivølli higartil í endaspælinum. Tískil er tað ikki mest vinnandi quarterbakkurin í søguni, Tom Brady, ella stjørnan fyri framtíðina hjá Ravens og í deildini, Lamar Jackson, spælir í Kansas í kvøld. Ryan Tannehill er tó ikki stjørnan hjá Titans, tað er running bakkurin Derrick Henry, ið ikki hevur verið til at stegða seinastu vikurnar. Verjan hevur eisini spælt frálíkt, og tað skal hon aftur gera í kvøld fyri at steðga Mahomes. Seinast liðini hittust í endaspælinum var 2018, tá Titans loytpi hvøkk á í Kansas. Titans vann 35-32 í einum frálíkum dysti, tá liðini hittust í Nashville í grundspælinum fyrr í vetur.
Henry í eyðkendum stíli móti Chiefs, seinast liðini hittust (Mynd: EPA)
Tann dysturin byrjar hvørja løtu; nakrir tímar ganga, til brakið verður í San Francisco. Tað er ikki líka kalt í Kalifornia sum í Missouri, og tað eru tvey søgurík lið, sum hittast í kvøld. Tvey lið við 13 sigrum hvør (útav 16 gjørligum) í grundspælinum. Krútsterka verjan hjá Niners móti Aaron Rodgers, Devante Adams og co. er helst lykilin.
Seinast hevði verjan á 49'ers sera gottt tamarhald á Rodgers og co (Mynd: EPA)
Tá liðini hittust á sama staði í november var heimaliðið greitt omaná og vann við heili 29 stigum. Seinast liðini spældu í endaspælinum vunnu 49'ers eisini. Tá var tað Colin Kaepernick, ið skræddi Packers-verjuna sundur. Packers hevur eina sera trupla uppgávu fyri framman, men tað kann gerast heilt spennandi og dramatiskt í nátt.
Conference-finals (hálvfinalurnar):
20.05: Kansas City Chiefs - Tennessee Titans (AFC)
23.40: San Francisco 49'ers - Green Bay Packers.
Dystirnir kunnu síggjast á TV3 + og/ella á Viaplay
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald