Fótbóltur

Nú snýr tað seg bert um Norðurmakedónia

Føroyski hópurin er komin til Skopje og hevur havt eina stutta venjing. Hallur Hansson fekk gjørt ymiskt og fer at royna at venja í morgin. Sí nakrar myndir frá túrinum og venjingini her.

Hallur Hansson fær nakrar rørslur og alveringar

Hallur Hansson fær nakrar rørslur og alveringar

2024-11-15 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Føroyska feðalagið fór á flog í Yerevan klokkan 16 - og lendi klokkan 16 í Skopje. Flogtúrurin til norðurmakedónska høvuðsstaðin tók tríggjar tímar, men tríggir tímar eru á muni millum londini, so man "flutti seg ikki í tíð".

Umborð nýttu menn tíðina til at spæla kort, práta, hyggja film/røð ella til at sova. Venjaratoymi fyrireikaði seg til næstu uppgávuna. Ein ávís møði var, men eisini framvegis gleði um flotta sigurin í gjár.

Sí eisini: Stríðsviljin stóð væl omanfyri spælið

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object][object Object]

Eftir eitt stutt rend á gistingarhúsið fór manslandsliðið at venja. Allir høvdu rørslur saman við kropsliga venjaranum Eli Nolsøe Leifsson, áðrenn spælararnir vórðu býttir upp.

Hoyr: Flogprát við Eli og Inga

[object Object]Eitt sindur av upphitingi - og spæli í 

[object Object]Summir koyrdu á til interval

Teir sum spældu nógv í gjár, strektu út eina løtu saman við Álvi Hansen, fysioterapeuti teir sum spældu lítið ella einki spældu intervalspæl uppá tvey mál, har Atli Gregersen koyrdi á teir, og Hallur Hansson vandi saman við Jákupi Reinert Højgaard eina løtu.

[object Object]

[object Object]
Hallur Hansson fekk nakar einfaldar rørslur og alveringar - hetta fyri at royna seg eitt sindur. Hallur merkti einki til tjúkkan í sambandi við venjingina

Miðvallarin, ið merkti eitthvørt í tjúkkanum til venjing týskvøldið, spældi ikki í gjár, men vónin er, at Hallur kann fáa ein leiklut sunnudagin. Hann skal í øllum førum royna seg til venjing seinnapartin í morgin verður staðfest.

Tann venjingin verður á stóra dystarleikvøllinum í Skopje, har seinasti dysturin í bólkinum er á skránni sunnudagin klokkan 14 føroyska tíð.

Sí eisini: Føroyar hava tryggjað plássið í deildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder