Yerevan, Armenia (Portalurin): Fyrsti sigur í kappingini kom í hús, og eftir úrslitið í Skopje seinni um kvøldið varð greitt kundi staðfestast, at føroyska plássið í Deild C er tryggjað.
Harvið skulu Føroyar í 2026 fyri triðju Nations League á rað spæla í tí triðbestu av teimum fýra deildunum - uttan so at man endar á 2. plássið og vinnur play-off dystirnar um uppflyting til deild D.
Les meira: Føroyar hava tryggjað plássið í deildini
Sigurin kom ikki í hús við góðum fótbóltsspæli - als ikki. Tað vóru nakrar løtur í fyrra hálvleiki og nakrar heilt fáar í seinna hálvleiki, har føroyska liðið fekk flutt bóltin rímilga væl ímillum sín. Tað mest umráðandi var helst at fáa bóltin/vinna bóltin á armensku hálvuni og halda honum har í nøkrum førum.
Málið var eitt dømi: Jóannes Kalsø Danielsen vann bóltin til høgru á mótsstøðuhálvuni, varðveitti líka bóltin og fann síðani navnan og klaksvíkingin frammanfyri seg. Jóannes Bjartalíð rak og vann eitt innkast tætt við hornaflaggið. Danielsen tveitti langt innfyri, Andrias Edmundsson snittaði víðari, Páll Klettskarð snittaði, bólturin ferðiast eitt sindur víðari í luftini, og tá hann sprakk, var Brandur Hendriksson fyrstur á bóltinum og bleiv sparkaður samstundis.
Ikki "stórt" brotsspark og ikki "pent" - líkasum dysturin ikki var so penur - men tað legði liðformaðurin Viljormur Davidsen líka í: Fyri fimtu ferð í sínum 83 landsdystum sendi hann bóltin trygt í málið úr ellivu metrum, og var hetta samanlagt sætta landsliðsmál hansara. Kynisma.
Føroyingarnir fegnast eftir brotssparksmálið í 33. minutti í Yerevan (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Sí fleiri myndir frá sigrinum HER
Málið sæst fyrst í hæddarpunkunum hjá KVF HER
Síðani snúði tað seg so at siga bert um at verja og stríðast. Føroyar høvdu eitt annað skot í dystinum: Hetta var seint í dystinum, tá innskifti Meinhard Egilsson Olsen varð sendur avstað - stutt frammanundan hevði hann lisið støðu væl og við styrki og snildni sjálvur vunnið bóltin væl í vinstru. Tá var verjuspælari fyri avgerandi alveringina í brotsteignum. Hesaferð bjargaði armenski málverjin skotinum hjá Meinhardi úr spískum.
Armenar høvdu heili 25 skot. Tey flestu av hesum kunnu tó lýsast sum vandaleys: Langskot sum ikki vóru nær við at raka innanfyri stengurnar og nøkur, sum Teitur Matras Gestsson helt lættliga. Royndi málverjin hevði tó minst eina stórbjarging og var annars fleiri ferðir tryggur. Tað er eingin ivi um, at tað ofta stóð á hjá føroyska verjupartinum, ið varð trýstur aftur javnan eftir steðgin, har álopini skolaðu móti føroyingum - serliga úr teirra vinstru. Útiliðið lá til rætta úrslitið, meðan Armenia av álvara tørvaði mál.
Liðið lat eisini ofta armenar um at hava bóltin og stóð eisini tilvitað djúpt. Føroyar royndu at ikki geva nakað bakrúm, umframt at "læsa rúmið" mitt fyri. Har var lágvaksni Lucas Zelarayan, við rótunum úr Argentina, ein støðug hóttan. Hann gav flest trupulleikar fyri Føroyar, men trý-mans miðverjan við Andriasi Edmundsson, Odmari Færø og Gunnari Vatnhamar , síðstnevndi kanska dagsins maður, var stinn saman við hinum hartarbeiðandi føroyingunum.
Hoyr eisini samrøður við føroyskar spælarar:
Eyðun: - Eg eri fegin vegna spælararnar
Viljormur: - Skeyt upp í hornið - eins og til venjing í gjár
Andrias: - Spældi sum Atli í dag: Stóð bara og skeyt burtur
Tað vóru ídni og vilji, sum gjørdu munin fyri Føroyum. Menn hugsavnaðu seg um tungu uppgávuna á grasinum. Hesaferð fullu nakrir marginalar sanniliga eisini í okkara lut. Væntað mál, ið altíð skal takast eitt sindur við fyrivarni, vísir 1,40-0,81 til heimaliðið (brotsspark telur ógvuliga nógv). Tað var 16-1 í hornaspørkum og 73-27 "possesion". Tað skal tó takast við, at spælt var yvir ein tíma við 0-1 á máltalvuni í Armenia, og tá tað eisini stóð 0-1 á máltalvuni eftir 95 minuttir í slíkum lykladysti, er tað líkamikið, hvat hini tølini siga.
Hetta var fjórðu ferð í kappingini, at Føroyar komu á odda í 1. hálvleiki - men fyrstu ferð at liðið helt fast í leiðsluni.
Føroyar kunnu ikki spæla slíkar dystir hvørjaferð og vænta at fáa ein sigur burturúr, umframt mennast stórliga í mun til sjálvt spælið við bólti. "Nýggju" menninir, ið fingu møguleikan frá byrjan, gjørdu ikki nøkur veurlig sprell í álopskenda spælinum. Men Páll Klettskarð og Adrian Justinussen arbeiddu gróthart og væl saman við hinum, og fingu báðir koyrt bóltin víðari, tá Føroyar fingu brotssparkið. Hetta var eyðkenni fyri avrikið - arbeiðsavrikið, hugburðurin og ein ávísur kaldleiki. sum eru at byggja víðari á. Føroyingar stríddu seg til trý sera góð stig á útivølli og fara við pannuni høgt til Norðurmakedónia seinni í dag.
------------------------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 4
5. umfar - í dag, hósdagin 14.11 á Vazgen Sargsyan Republican Stadium
Armenia - Føroyar 0-1 (0-1)
33' Viljormur Davidsen, br. 0-1
Støðan í bólkinum eftir 5. umfar:
1. Norðurmakedónia 13 stig
2. Føroyar 6 stig*
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig*
*Liðið, ið endar á hesum plássinum, skal spæla um uppflyting til B-bólkin
** Liðið, ið endar á hesum plássinum, endar niðast ella skal spæla um niðurflyting
Sunnudagin 17/11 klokkan 14: Norðurmakedónia - Føroyar (seinasta umfar)
Sí eisini: Føroyar vunnu loksins aftur
Føroyska liðið (5-4-1/3-4-3): Teitur Matras Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) . Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendrikson Olsen, René Shaki Joensen og Adrian Rúnason Justinussen - Páll Andrasson Klettskarð.
Teir ellivu, sum Eyðun Klakstein og Atli Gregersen høvdu valt til at byrja inni ´í Yerevan. Menn møddust av álvara so hvørt.
Hesir komu inn í 2. hálvleiki:
62' Hanus Sørensen (René Shaki Joensen)
68' Meinhard Egilsson Olsen (Páll Andrasson Klettskarð) og Petur Knudsen (Adrian Rúnason Justinussen)
75' Noah Mneney (Brandur Hendriksson Olsen) og Sølvi Vatnhamar (Jóannes Bjartalíð)
Høvuðsvenjari (fyribils): Eyðun Klakstein
Seinnapartin í dag setur føroyska ferðalagið kósina móti Skopje, har seinasta uppgávan í hesari Nations League-kappingini er á skránni sunnudagin klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald