Fótbóltur

Spældi eitt sindur sum Atli í dag: - Stóð bara og skeyt burtur

(Ljóð): - Tað koma altíð møguleikar, men tað vóru mest langskot, og vit í verjupartinum tosaðu væl saman. Vit tosaðu við ein ógvuliga fegnan Andrias Edmundsson eftir sín fyrsta kappingarsigur sum A-landsliðspælari.

Andrias Edmundsson hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot á A-landsliðnum og stóð aftur sterkt í myndini í dag (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Andrias Edmundsson hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot á A-landsliðnum og stóð aftur sterkt í myndini í dag (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2024-11-14 21:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yerevan, Armenia (Portalurin): Hann hevur fingið sítt stóra gjøgnumbrot á A-landsliðnum seinasta stóra árið og hevur millum annað verið við at hildið málið reint og fingið stig í Albania.

Hetta var í november í fjør - nú hevur Andrias Edmundsson verið við at vunnið Føroyum trý stig.

- Eg eri ekstremt glaður. Javnleikurin í Albania var ekstremt stuttligur og ein manndómsprøvi - nú vinna vit so.

23-ára gamli miðverjin av Toftum setur eisini orð á samstarvið við Odmar Færø og  í miðverjuni, hvat hjálparvenjarin/miðverjin í Víkingi hevur lært hann, hugburðin og síðani á mat, svøvn og Skopje sunnudagin

Hoyr samrøðuna við Andrias her:

Sterkt stríðsavrik - meira herfrá seinni.

Nations League Deild C, bólkur 4
5. umfar - í dag, hósdagin 14.11 á Vazgen Sargsyan Republican Stadium
Armenia - Føroyar 0-1 (0-1)
33' Viljormur Davidsen, br. 0-1

Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 10 stig *
2. Føroyar 6 stig 
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig *

* Ein dyst færri - spæla nú

Sunnudagin 17/11 klokkan 14: Norðurmakedónia - Føroyar (seinasta umfar)

Sí eisini: Føroyar vunnu loksins aftur

Føroyska liðið í kvøld (5-4-1/3-4-3): Teitur Matras Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) . Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendrikson Olsen, René Shaki Joensen og Adrian Rúnason Justinussen - Páll Andrasson Klettskarð.

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: 
62' Hanus Sørensen (René Shaki Joensen)
68' Meinhard Egilsson Olsen (Páll Andrasson Klettskarð) og Petur Knudsen (Adrian Rúnason Justinussen)
75' Noah Mneney (Brandur Hendriksson Olsen) og Sølvi Vatnhamar (Jóannes Bjartalíð)

Høvuðsvenjari (fyribils): Eyðun Klakstein

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder