Annað

Nú verður felagsvenjing í samband við Royal Run

Leygardagin 2. februar verður skipað fyri fyrstu venjingini í samband við Royal Run tiltakið.

2019-01-29 20:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samstarvi við Treysti fer Klaksvíkar kommuna at skipa fyri tveimum venjingum um vikuna fram til 1. juni. Vant verður mikudag klokkan 18 og leygardag klokkan 11.

Endamálið við venjingunum er at savna tey mongu, sum hava meldað til Royal Run, soleiðis at øll kunnu fáa eina góða og bleyta byrjan.

Venjingin verður skipað soleiðis, at øll kunnu vera við. Royal Run er ikki ein kapping um bestu tíðina, men eitt tiltak, har høvuðsendamálið er, at fáa so nógv sum møguligt at vera virkin. Sostatt kunnu fólk í øllum aldri, familjur við barnavognum og fólk í koyristóli ella líknandi eisini luttaka til venjingarnar, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Hesar venjingarnar eru eisini í tráð við ABC átakið, sum Klaksvíkar kommuna saman við Fólkaheilsuráðnum í undanfarna ári eisini hevur varpað ljós á, har fokus hevur verið á sálarliga heilsu, sum er: ver saman, ver virkin og ver hugbundin.

Venjingin byrjar uttan fyri býráðshúsið í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder