FM í 10 km renning verður í Runavík leygardagin. Tað er í samband við árligu Várkappingina, at Roysnið og FÍF skipa fyri FM í 10 km.
Hetta verður samstundis eisini 8. og seinasta umfar av TF Vetrarkappingini 2018/2019. Sjálvt um talan er um FM í 10 km, so er hetta er eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.
Fyri at luttaka á 10 km skal ein tó vera fødd/føddur í 2002 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF, skrivar Fræsluritróttur Føroya.
Samstundis sum tey vaksnu renna 10 km, so renna gentir og dreingir 5 km (f. 2003-2007). Unglingar (f. 1998-2002), sum eisini luttaka í opna bólkinum, renna sjálvandi eisini um FM í 10 km.
Rennast skal – sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Runavík: út eftir høvuðsvegnum, oman á kei’ina stutt áðrenn rundkoyringinia, inn eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin beint uttanfyri Shawarma har tað so verður vent úteftur aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald