Olympisku summarleikirnir í Tokyo, sum skuldu verið hildnir í summar, verða ístaðin hildnir 23. juli til 8. august 2021. Tað boða japansku fyrireikararnir og altjóða olympiska nevndin, IOC, frá í dag.
Avgerðin varð tikin á einum telefonfundi millum Thomas Bach, IOC-forseta, og leiðararnar fyri japansku fyrireikararnar fyrrapartin.
Sostatt verða leikirnir júst eitt ár eftir, at teir skuldu verið hildnir. Sama er galdandi fyri paralympisku leikirnar, sum verða hildnir 24. august til 5. september 2021.
Tað er av týdningi, at leikirnir verða hildnir um summarið, siga fyrireikararnir, tí tað snýr seg um at verja heilsuna hjá ítróttafólkunum og teimum, sum eru eru við annars, verður sagt.
- Við hesi fráboðan eri eg sannførdur um, at vit saman við fyrireikarunum, japansku stjórnini og øllum áhugabólkum megna avbjóðingina avbjóðingina, sum vit ikki hava roynt fyrr. Menniskjan er í løtuni í eini myrkum tunnli. Hesir olympisku leikirnir kunnu vera ljósið í endanum av tunnlinum, sigur Thomas Bach, IOC-forseti um avgerðina.
Tá ætlanin um at útseta OL varð kunngjørd í farnu viku, var altjóða samgongan fyri frælsan ítrótt skjót úti við eini hjálpandi hond, tí heimsmeistarakappingin í frælsum ítrótti eftir ætlan skuldi vera 6. til 15. august 2021.
Samgongan bjóðaði sær beinanvegin at lata HM víkja fyri OL.
- Vit stuðla nýggju dagsetingini fyri olympisku leikunum í Tokyo 2020, ljóðar tað frá World Athletics, sum nú fer at finna nýggjan dato fyri HM, sum í staðin verður hildið í 2022, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald