Á heysti í fjør varð nýggi fótbóltsvøllurin við Másheygg í Klaksvík tikin í nýtslu. Hetta er beint við svimjihøllina, og talan er um eitt stað, ið er ábært - serliga tá hann er heldur lágur í ættini.
Á myndum hjá bolt.fo, og á mynd sum Portalurin hevur fingið sendandi, sæst, at teppið er skrædnað leyst í hornunum á vestaru síðu av vøllinum, og at tað har er eitt fitt glopp millum bláu rennibreytina og graslíkið.
Mynd: bolt.fo
Hóast tað hevur verið ógvuliga nógvur vindur seinasta stóra samdøgrið, er hetta ikki nakað, ið er vanligt at síggja í Føroyum, men sambært Norðlýsinum er hendingin ikki so løgin.
Lokali miðilin nýtir orðini "kleyvarskapur" og "komedia", og at hetta endurtekur seg:
- Kantarnir eru framvegis ikki festir, so komedian endurtekur seg Hetta er hent fyrr í vetur og øll ábyrgdarfólk eiga tí at vita av hesum.
Harvið skal aftur arbeiðast við at fáa graslíki í rætt lag, og hendingin fer møguliga at skunda undir tilgongdina at fáa graslíki á nýggjasta heila fótbóltsvøllinum í landinum fest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald