9. mars spældi føroyska kvinnurlandsliðið venjingardyst móti Estlandi. Tað skuldi verða ein sera umráðandi partur av fyrireikingini til EM-undankappingardystin í Wales, sum skuldi spælast ein mánað seinni.
Nakrar dagar seinni broyttist alt, og síðani hevur UEFA lagt eina nýggja ætlan fyri landsliðsfótbóltin í 2020 og nakað fram.
Les eisini: Soleiðis ávirkar avgerðin hjá UEFA føroysku landsliðni
Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur fimm dystir eftir at spæla í verandi EM-undankappingi. Umframt dystin sum skuldi verða í Wales í farnu viku, vórðu dystirnir ímóti Norra og Norðurírlandi, sum skuldu verða í juni mánað, fluttir til í heyst.
Nýggj dagfesting er nú funnin til dystirnar. Londini í bólkinum er nú vorðin samd um eina nýggja leikskrá, og eftir at UEFA hevur góðtikið nýggju skránna, er greitt, hvussu seinastu dystirnir verða spældir.
Hetta boðar FSF frá á heimasíðu sínari.
Fyri Føroyar merkir hetta, at ársins seinasti landsdystur, við føroyskari luttøku, eftir ætlan verður í Norðurírlandi týsdagin 1. desember. Teir seinastu tríggir dystirnir verða á útivølli - í september skulu føroysku kvinnurnar eftir ætlan spæla um stig aftur, og teir dystirnir verða sum í upprunaligu skránni í seinnu hálvu av september á Tórsvølli.
Nýggja skráin
18.09.2020 Føroyar – Norðurírland
22.09.2020 Føroyar – Hvítarussland
22.10.2020 Wales – Føroyar
26.11.2020 Norra – Føroyar
01.12.2020 Norðurírland – Føroyar
Skráin skal tó takast við fyrivarni, tí støðan er framvegis óviss. Hvussu lætt tað verður at ferðast í heyst, er tað eingin sum kann siga enn. Varaforsetin í FIFA, ið stendur á odda fyri einum arbeiðsbólki, sum skal royna at finna bestu loysnirnar, er ivasamur um tað fer at bera til at spæla altjóða dystir í heyst.
Les meira: Nógvir landsdystir í heyst verða helst útsettir
EM-endaspælið er flutt frá 2021 til 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald