Hóast keðiligt veður, møtti heilt fitt av fólki upp úti á Vík í Leirvík leygardagin, tá nýggja skjótibreytin hjá Eysturskot lat upp fyri almenninginum.
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen skjeyt eftir fyrstu leirdúgvunum, sum hann eisini rakti so meistarliga, skrivar Eysturskot í tíðindaskrivi.
– Øll royndu seg og hugnaðu sær óført við skjótingini í dag. Ætlanin er at fáa gongd á skjótingina sum skjótast, men tað er okkurt smávegis sum skal gerast á breytuni áðrenn.
– Annars sær tað gott og lovandi út hjá felagnum, og sjálvandi eru øll vælkomin at royna seg. Felagið hevur nakrar royndar skjúttar, sum eru klárir at hjálpa øllum á veg, millum aðrar kann nevnast Alex Johannesen, sum setti oyggjaleikamet í leirdúgvuskjóting á Gibraltar seinastu oyggjaleikir.
Venjingartíðir verða ásettar ein av fyrstu døgunum.
Møguligt verður hjá arbeiðsplássum, skúlum og øðrum at leiga breytina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald