– Endamálið við útbúgvingini er at menna framtíðar venjarar til toppfótbóltin, umframt at tey skulu verða fakfólkini í feløgunum komandi tíðina. Útbúgvingin er krevjandi, men vendir sær eisini serliga til teir venjararnar, ið longu eru virknir, ella sum hava ætlanir um at virka á høgum stigi
Hetta sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya um UEFA A-venjaraútbúgvingina. Mikudagin 18. august verður eftir ætlan sjøtul settur á eina nýggja slíka í Føroyum.
Útbúgvingin er umleið 300 tímar, og endar við próvtøku í oktober-november í 2022.
– Útbúgvingin, sum byrjar í august, líkist rættuliga nógv útbúgvingargongdini frá seinastu UEFA A-venjaraútbúgving. Men onkrar tillagingar eru gjørdar. Fótbólturin flytur seg alla tíðina, og umráðandi er, at A-útbúgvingin altíð er so dagførd sum gjørligt.
Pætur Clementsen (Mynd: Sverri Egholm)
Luttakararnir fáa millum annað kunnleika um fysiska, taktiska og sálarfrøðiliga partin av fótbóltsspælinum, sum verður gjørt við ástøðiligari frálæru og praktiskum uppgávum og venjingum. Luttakararnir fáa eisini innlit í leiðslu og leiðsluhættir, menning av liðum og skipan av felagi.
– Vit meta, at nýggja A-venjaraútbúgvingin er sera spennandi, og luttakararnir kunnu síggja fram til eitt krevjandi, men samstundis mennandi og gevandi tíðarskeið, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Nærri kunning við millum annað vegleiðandi skrá og tilmelding sæst HER
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald