Í eina tíð hevur verið arbeitt fram ímóti, at Ítróttasamband Føroya (ÍSF) skal húsast omaná Fimi í Gundadali, og á aðalfundinum hjá Ítróttasambandinum leygarmorgunin varð avgerð tikin um, at nýggja ÍSF húsið skal staðsetast har. Harvið byrjar ein nýggjur kapittul hjá íSF, nú gamla ÍSF-húsið, ið stóð við síðuna av svimjihøllini í Gundadali, er rivið niður fyri at gera pláss fyri nýggja langhylinum, boðar ÍSF frá í tíðindaskrivi.
– Eg síggi fyri mær, at nýggja ÍSF-húsið skal vera eitt livandi hús, segði Elin H. Joensen, ÍSF forseti, millum annað í forsetafrágreiðing síni.
– Ætlanin er, at nýggja ÍSF-húsið skal vera eitt opið og livandi hús, serliga fyri sambondini, við møguleika fyri samstarvi, fundum, skeiðsvirksemi og sparring - men tað skal eisini vera opið fyri almenningin.
Forsetin í ÍSF greiddi frá, at avgerð eisini er tikin um, at eitt føroyskt ítróttasavn skal verða partur av byggingini.
– ÍSF eigur nógvar forvitnisligar lutir, sum í løtuni ikki koma til sín rætt, tí vit ikki hava umstøður at vísa teir fram. Á ítróttafagnaðinum 2020 fingu vit enn ein forvitnisligan lut til savnið. Tað var Føroya fyrsti startrevolvari, ið Poul E. Petersen, fyrsti forseti í ÍSF, fekk frá eingilskmonnum - og sum hann hevði við sær kring landið til kappingar av ymsum slagi.
Í løtuni húsast ÍSF á Frælsinum, og har verður skrivstovan, inntil nýggja húsið verður klárt, skrivar ÍSF. Nú meirluti leygarmorgunin atkvøddi fyri at halda fram við arbeiðinum, verður farið undir at fyrireika byggingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald