Tað var ein serligur dagur fyri føroyskan hondbólt í dag, tá Annika Fríðheim Petersen var við í einari evropeiskari finalu. 23-ára gamla hoyvíkskvinnan hevði, saman við liðfeløgunum í Nykøbing Falster Håndbold, spælt seg í finaluna í EHF European League, sum er næststørsta evropeiska kappingin. Í gjár eydnaðist at vinna á Borussia 09 Dortmund eftir brotsskastskapping í hálvfinaluni.
Donsk mótstøða var í Graz í kvøld, har Final Four vikuskifti var. Ikast Håndbold hevur verið nakað betri enn NHF í ár og var tí favorittur, men í steðginum var Nykøbing Falster á odda 15-14.
Í seinna hálvleiki gekk tó galið. Tað eydnaðist ikki at loysa álopsspælið serliga væl, og Ikast fekk 17 mál eftir steðgin. Annika kom ein løtu inn í málið at avloysa fyrstavalið Cecile Greve, men fyritreytirnar vóru ringar, og føroyski landsliðsmálverjin fekk ikki fatur á nøkrum bólti.
Hon og hinar á liðnum kunnu tó vera ernar um at hava rokkið so langt í kappingini. Eftir 31-24 tapið snýr tað seg um at hyggja frameftir móti DM-hálvfinalunum móti Esbjerg, sum eru á skránni 20. og 23. mai.
Annika Fríðheim Petersen skiftir í summar til bestu norsku deildini og felagið Follo HK. Hetta er millum annað fyri at fáa meira spælitíð.
Hondbóltur
Nykøbing Falster tapti finaluna greitt
Annika Fríðheim Petersen var á vøllinum eina løtu í European League-finaluni. NHF skal spæla hálvfinalur í DM-stríðnum skjótt.
Annika Fríðheim Petersen hevur ikki nógvar dystir eftir fyri NFH. Eftir Final Four í European League eru nú avgerandi dystir eftir í danska meistarastríðnum (Mynd: Sverri Egholm)
2023-05-14 23:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald