Ítróttamaðurin Andreas Bjarnastein Antoft setti farna vikuskifti nýtt føroyskt met í 110 metra rimarenning.
Andreas var til til danmarksmeistarakappingarnar fyri lið í frælsum ítróttum. Í 110 metra rimarenning fekk hann tíðina 16,44 sekund, sum er nýtt føroyskt met, skrivar heimasíðan hjá Bragdinum.
Andreas gjørdist eisini nummar 4 í trístøkk, har hann leyp 13,61 metrar og setti harvið met fyri aldursbólkin dreingir 17 ár í Danmark. Liðið hjá Andreasi gjørdist nummar trý, og fekk harvið bronsu í liðkappingini.
Andreas hevur verið eitt ár á ítróttaskúla í Vejle, men er nú heima aftur, har hann trúliga venur á Tórsbreyt í øllum veðri. Umframt at venja sjálvur er hann eisini hjálparvenjari hjá teimum yngru í Bragdinum.
Andreas Bjarnatein Antoft var eisini við á oyggjaleikunum í Gibraltar í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald