Annað

Nýtt heimsmet í maratonrenning fyri kvinnur

Brigid Kosgei úr Kenya setti nýtt heimsmet í dag, tá hon kom á mál eftir 2 tímar 14 minuttir og 4 sekund.

Brigid Kosgei setti nýtt heimsmet í dag (Mynd: Scanpix)

Brigid Kosgei setti nýtt heimsmet í dag (Mynd: Scanpix)

2019-10-13 20:21 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Leygardagin var Eliud Kipchoge úr Kenya tann fyrsti persónurin, ið hevur megnað at renna eitt maraton undir tveir tímar. Tó verður tað ikki skrásett sum alment met, tí tað ikki var í einari góðkendari kapping.

Óalment maratonheimsmet sett í dag

Í dag var tað so Brigid Kosgei, ið rann tí skjótastu tíðina innan maratonrenning fyri kvinnur nakrantíð í Chicago.

Tann gamla metið stóð 16 ár, áðrenn Kosgei setti nýtt met í dag.

IAAF, ið er altjóða samgongan fyri frælsan ítrótt, viðurkennir tvey met fyri maratonrenning hjá kvinnum. Eitt har tað einans eru kvinnur sum renna. Og eitt har kvinnur og menn renna saman, sum tey gjørdu í Chicago í dag.

Brigid Kosgei kom á mál eftir 2 tímar 14 minuttir og 4 sekund í dag. Metið fyri maratonrenning har einans kvinnur renna er 2 tímar 17 minuttir og 1 sekund, og tað metið eigur Mary Keitany, ið eisini er úr Kenya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder