Fyrr í ár frættist, at fólk í Eysturoynni høvdu stovnað nýtt ítróttarfelag innan ríðing. Talan er um felagið Sleipnir, sum hevur heimstað í Lamba.
Hóast flestu av stovnarunum halda til á Skálafjarðaleiðini, er felagið opið fyri øllum rossaáhugaðum, skrivar heimasíðan hjá Ríðisambandi Føroya.
Felagið søkti beinanvegin um limaskap í Ríðisambandi Føroya fyri at fáa góðkenning sum ítrottarfelag innan ríðing, og at kunna luttaka í kappingum. Eisini skal felagið virka fyri, at ítróttarkarmarnir kring felagið gerast so góðir, at skipaðar kappingar kunnu haldast í økinum.
– Vegna serligu umstøðurnar sum herja um heimin í løtuni, hevur tað tikið eina løtu at viðgera umsóknina hjá Sleipnir. Men á fundi hjá Ríðisambandinum fríggjadagin 1. mai, bleiv einmælt samtykt at bjóða Sleipnir vælkomnan í felagsskapin hjá reiðfeløgum í Føroyum, skrivar Ríðisambandið.
Nýstovnaða felagið gerst sostatt fjórða limafelagið í Ríðisambandinum, hini eru Vága Ríðingarfelag, Føroyskt Íslendskt Rossafelag og Føroya Ríðingarfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald