Annað

Óalment maratonheimsmet sett í dag

Eliud Kipchoge úr Kenya, ið eisini eigur núverandi heimsmetið, rann í morgun 42,195 km við tíðini 1 tími, 59 minuttir og 40 sekund.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-10-12 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur tað eydnaðst einum rennara at gjøgnumføra eitt maraton uppá minni enn tveir tímar.

Hetta hendi í Wien í dag, tá 34 ára gamli Eliud Kipchoge úr Kenya rann 42,195 kilometrar við tíðini 1 tími, 59 minuttir og 40 sekund.

Kipchoge eigur eisini núverandi maratonheimsmetið á 2 tímar, 1 minutt og 39 sekund, sum hann setti í Berlin í september í fjør.

Tíðin hjá Kipchoge í dag er ikki skrásett sum eitt alment met, av tí at metið ikki varð sett í einari góðkendari kapping.

- Í Berlin snúði tað seg um at seta heimsmet. Í Wien snýr tað seg um at skriva søgu, júst sum fyrsti maðurin á Mánanum, segði Eliud Kipchoge sambært DR, áðrenn renningin byrjaði.

Hetta var ikki fyrstu ferð, at Eliud Kipchoge royndi at renna eitt maraton uppá minni enn tveir tímar. Í 2017 royndu hann og tveir aðrir at seta hetta metið í Monza í Norðuritalia.

Her var Kipchoge eisini tann, sum kom tættast at málinum við tíðini 2 tímar og 25 sekund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder