Fótbóltur

Oddadystur á ólavsøku

Oddaliðið kann draga frá, meðan B36 skal royna at gera oddastríðið uppaftur meira spennandi.

Filip Djordjevic hevur fyrr spælt B36 eitt puss ó ólavsøku. B36 jagstrar í løtuni teir ljósabláu - Mynd: Jens Kr. Vang

Filip Djordjevic hevur fyrr spælt B36 eitt puss ó ólavsøku. B36 jagstrar í løtuni teir ljósabláu - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-28 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ólavsøkudagur 2016. Føroyameistararnir B36 taka ímóti Víkingi frammanfyri áleið 1700 áskoðarum, og hava møguleikan at nækast liðnum í Eysturkommunu og blanda seg meira í oddastríðið. Í einum dysti, har millum annað ein blaðungur Hannes Agnarsson var eyðsýndur saman við Lukazi, var B36 vælleikandi, ágangandi og skapti nógvar góðar møguleikar, men tað var Víkingur, sum var klókt sett upp og eitrandi í umstillingum, ið fekk ein 2-0 sigur. Málini vóru einføld men góð, har Sølvi Vatnhamar og serliga Filip Djordjevic spældu ein stóran leiklut. Víkingur vann sítt fyrsta FM-heitið í 2016, og hesin dysturin var ein týðandi liður í tí.  

Støðan er ikki heilt tann sama í dag, men nakað líknandi. Víkingur er í løtuni oddalið, og stríðið millum tey ovastu fimm liðini er tættari og meira spennandi enn í langa tíð. Í gjár vann HB 3-0 á TB og kom harvið uppá á 2. plássið.

[object Object]
(TB var væl við - serliga fyri steðgin - men HB var sterkari í gjár. Mynd: Sverri Egholm)

Liðini í dag koma inn á vøllin við ymiskum fyritreytum. Víkingur, ið ikki hevur tapt síðani fyrst í apríl, hevur ikki spælt ein dyst í næstan ein mánað. B36 hevur leikt tveir Europa League-dystir mitt í mánaðinum, og uppgerðin ímóti Crusaders var eitt vónbrot. Nú skal liðið hjá Jákup hugsavna seg um at nækast 1. plássinum. Bert fýra stig eru upp til Víking, og B36 hevur leikt ein dyst færri. So um ein sigur kemur í hús í dag, sær heilt gott út hjá teimum í hvítum og svørtum. Sámal Erik Hentze hevur tó sera gott tak á liðnum, ið hann førdi til FM í 2014: Víkingur vann 1-0 á B36 í Sarpugerði seinast í apríl, og sambært bolt.fo hevur Víkingur seks sigrar og ein javnleik í teimum sjey dystunum, har Bagge hevur staðið á odda fyri teimum ljósabláum.

Hjá Víkingi er tað ein stórur smeitur, at profilurin og 10'arin Sølvi Vatnhamar situr uttanfyri við brotnum armi. Hjá B36 hevur fyrrverandi-Víkinga leikarin, Ering Dávidsson, leikbann. Lagt er upp til ein ógvuliga spennandi dyst í góðveðrinum í kvøld, har nógv fólk koma at síggja tann fyrsta av fleiri týdningarmiklum oddadystum í seinnu hálvu.

Vit eru sjálvandi á staðnum við myndatólinum, og koma at dagføra støðuna og taka samanum aftaná.  

Betrideildin - 16. umfar
Í dag - ólavsøkuaftan: 
(18.00): B36 - Víkingur

Í gjár - 27.07


HB - TB 3-0 (0-0)
53' Dan í Soylu 1-0
71' Adrian Rúnason Justinussen (br) 2-0
86' Bartal Wardum 3-0
Les um dystin her
Sí eisini myndir frá dystinum, og samrøðu við málverjan og liðformannin Teit Matras Gestsson

Skála - ÍF 2-1 (1-1) 
13' Pætur Dam Jacobsen 1-0
15' Dávid Langgaard 1-1
85' Ronni Møller-Iversen 2-1

AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
18' Lukas Grenaa Giessing 1-0
96' Rógvi Egilstoft Nielsen 1-1

Les um dystin her
Myndir frá dystinum
Video: AB - EB/Streymur

NSÍ - KÍ (Útsettur til 18.september)

Støðan í Betrildeildini: 
1. Víkingur 35 (15 dystir) 
2. HB 33 (16 dystir)
3. NSÍ 32 (14 dystir)
4. KÍ 32 (14 dystir)
5. B36 31 (14 dystir)
6. Skála 21 (16 dystir)
7. TB 15 (16 dystir)
8. EB/Streymur 9 (16 dystir)
9. ÍF 5 (16 dystir)
10. AB 5 (16 dystir) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder