2019-03-28 11:29
Eysturkommuna skipar í dag fyro almennari móttøku fyri beiggjunum Oddur og Sam Gleðisheyggj.
Oddur og Sam vóru partur av føroysku íðkarunum, sum herfyri vóru í Abu Dhabi, har teir luttóku í Special Olympics World Games.
Beiggjarnir gjørdu ikki mætari enn at vinna bronsuheiðursmerki fyri Føroyar í unified badminton tvímansleiki.
Eysturkommuna skipar tí fyri almennari móttøku fyri Oddi og Sam Býráðshúsinum í Norðragøtu í dag kl. 16.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald