Annað

Oddvá Sedea Nattestad HM-silvur og evropeiskt met

Hetta í 50 metrar bringu við tíðini 37,6, sum eisini er greitt persónligt met. Oddvá vann seg við flottum avriki á heiðursmerkjapallin í sínari fyrstu kapping í Bangkok saman við tveimum avstralskum svimjarum.

Oddvá Sedea skar nærum trý sekund av egna metið í 50 metra bringu, og gjørdi hon veruliga vart við seg í fyrstu royndini í Bangkok (Mynd: Parasport Føroyar)

Oddvá Sedea skar nærum trý sekund av egna metið í 50 metra bringu, og gjørdi hon veruliga vart við seg í fyrstu royndini í Bangkok (Mynd: Parasport Føroyar)

2025-08-24 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oddvá Sedea D. Nattestad fór í vikuni til Bangkok í Teilandi sum umboð fyri Føroyar og Parasport Føroyar.

Har kappast 19-ára gamla havnarkvinnan í Virtus HM í svimjing -  í flokki II3, sum er fyri vælfungerandi fólk við autismu, skrivar Parasport Føroya.

Talan er um ein flokk, sum ikki hevur so nógvar kappingar, og hetta er fyrsta slíka stóra kappingin hjá Oddvu Sedeu. Mett varð áðrenn, at avstralsku svimjararnir vóru sterkir, og sjón fyri søgn fekst í fyrstu kappingini hjá føroyinginum í dag - men har vísti Oddvá Sedea eisini sína styrki.

Hon kom í mál sum nummar tvey, og vann sær harvið eitt HM-silvur í fyrstu kappingini í Bangkok. Hetta var í 50 metrar bringu.

[object Object]

[object Object]Oddvá Sedea Nattestad fær heiðursmerki og gávu fyri flotta avrikið (Skíggjamynd)

Tíðin var 3760 sekund, ið er beint undir trý sekund betri enn persónliga metið hjá henni á teinunum. Tað gamla var 40.30. 

Hetta er eisini evropeiskt met í flokki II3, og harvið hevur unga føroyska kvinnan longu veruliga gjørt vart við seg til Virtus HM.

Oddvá Sedea Nattestad skal longu aftur í hylin aftur í nátt. Tað vil siga mánamorgunin, 25. august. Tá fer hon at royna at svimja seg í finaluna í 200 metrar blandað.

Føroyski svimjarin skal eisini kappast 26. august, 27. august og til seinast 29. august. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder