Fótbóltur

Øðrvísi at hyggja eftir dysti

Fyrsta umfar í Betri deildini uttan áskoðarar, ella hvat?.

Av Kjøli (Pól Sundskarð)

Av Kjøli (Pól Sundskarð)

2020-05-09 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey munnu vera nógv, sum hava hugt í Televarpinum, men summu leitaðu sær út í kuldan at síggja teirra lið spæla.

Í Runavík vóru nøkur á høvdini í sunnara endanum av vøllinum, á Skála stóðu bilar á landsvegnum og í Klaksvík stóðu fólk á altanum, onkur uttanfyri hegnið og onkur annar á Kjøli.

Fyribils sleppa eingir áskoðarar til dystirnar í Betrideildini, men tað er torført at forða øllum, sum so fegin vilja sleppa til dyst. Vónandi sleppa áskoðarar til dyst aftur skjótt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder