Fótbóltur

Ógvuliga tøtt kapping higartil

B36 er tó sloppið eitt sindur avstað í oddinum eftir trý umfør - føroyameistararnir vístu styrki í dag.

Gøtumaðurin Adrian Justinussen, ið fekk skaða í nøsina í dag, og leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Gøtumaðurin Adrian Justinussen, ið fekk skaða í nøsina í dag, og leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-31 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. umfar í Betrideildini er leikt um vikuskifti. Tríggir dystir vórðu leiktir í dag, og hinir báðir í gjár. 17 mál vórðu skoraði - yvir trý í miðal - og tað var bert á Skála, at bæði liðini ikki skoraðu.

KÍ - EB/Streymur 2-1 (1-1)
14’ Svein Knút Magnussen 0-1
41’ Jóannes Bjartalíð 1-1 (br.)
62’ Boris Dosljak 2-1

HB - Víkingur 3-1 (2-1)
3’ Ari Mohr Olsen 1-0
4’ Dan í Soylu 2-0
7’ Dion Splidt 2-1
71’ Símun Samuelsen 3-1 (br.)
Reytt kort: Atli Gregersen (70')

ÍF - TB 2-2 (0-1)
36' Stefan Radosavljevic 0-1
63' Jan Ó. Ellingsgaard 1-1
84' Jan Ó. Ellingsgaard 2-1
89' Stefan Radosavljevic (br.) 2-2

AB - B36 1-2 (1-0) - Í gjár
35’ Sørin Samuelsen 1-0
86’ Andrass Johansen 1-1
88’ Benjamin Heinesen 1-2
Les um dystin her

Skála - NSÍ 2-0 (2-0) - 
Í gjár
26’ Pætur Dam Jacobsen 1-0
31’ Jákup Johansen 2-0
Les um dystin her

Í gjár megnaði B36 at vinna á Argjum, hóast liðið var uttan týdningarmiklar leikarar, fekk tveir skaðar í dystinum og var aftanfyri 1-0, tá fimm minuttir restaðu í. Harvið hevur B36 vunnið allar dystirnar við einum málið, og gjørt sína skyldu ímóti liðum, ið hava verið í niðaru hálvu og í næstbestu deildini seinastu árini. Eitt av teimum liðunum er Skála, sum vann uppiborið á NSÍ í gjár. Við hesum gjørdi liðið hjá Eyðuni Klakstein greitt, at teir skulu takast í álvara í ár.

Føroyameistararnir vunnu seinnapartin fyri fyrstu ferð í ár. Tað var ein ógvuliga lívlig byrjan í Gundadali: Eftir sjey minuttir vórðu longu trý mál komin. HB legði hart út, og í 3. minutti varð stutt hornaspark tikið í vinstru, Adrian Rúnasson Justinussen legði bóltin væl inn í málteigin, har Ari Mohr Olsen prikaði bóltin í málið. Næsta álopi hjá heimaliðnum var sera gott. Eftir uppspæl í vinstru spældi Dan í Soylu bandaspæl við Adrian, og síðani sendi vælleikandi miðvallarin bóltin sera væl upp í longra málhornið. Tveir minuttir, tvey góð mál, og tveir sandoyingar á máltalvuni.

Myndir frá dystinum í Gundadali

Víkingur fekk tó skjótt eina gávu. Ein vánalig afturlegging førdi til óbeinleiðis fríspark, ið argjamaðurin við góða sparkiteknikkinum sendi upp í málhornið. HB sat tó á spælinum í 1. hálvleiki, og burdi fingið okkurt mál afturat. Símun Samuelsen var aftur í byrjunaruppstillini í dag, og hann var við í góða spælinum hjá føroyamesitarunum í dag. Víkingur lá og bíðaði eftir umstillingum og fekk ikki lagt trýst á HB. Ístaðin fekk útliðið ikki avgreitt støðuna i egna brotsteigi tjúgu minuttir fyri tíð, ið endaði við, at Atli Gregersen bjargaði við arminum í málteiginum. Reytt kort, brotsspark og Símun var tryggur úr ellivu metru.

KÍ fekk eisini fult á fyrsta sinni hetta kappingarárið. EB/Streymur kom annars á odda efitr eitt lítið korter, tá Svein Knút Magnussen smekkaði til stutt inni í brotsteginum. KÍ javnaði fimm minuttir fyri hálvleik, tá Jóannes Bjartalíð var tryggur úr ellivu. Tá ein tími varð leiktur legði Bjartalíð yvirum til Boris Dosljak, ið varð feldur í samband við brotssparkið, og leikarin úr Montenegro avgjørdi dystin. Talan var annars um ein dyst við fleiri góðum málmøguleikum, og einum EB/Streyma-liðið ið stríddist væl. Liðið hevur tapt tepurt móti "topp-fimm liðum" í fyrstu dystunum.

Í Fuglafirði vóru tveir tvífaldir málskjúttar. Bæði liðini høvdu leiðsluna, og ÍF var bert fáar minuttir frá sigrinum, tá Stefan Radosavljevic skoraði sítt triðja mál í ár. Tað var uppá brotsspark. Hann hevði lagt tvørámenn á odda í 1. hálvleiki, men ÍF soældi ein góðan 2. hálvleik, har áleyparin og liðformaðurin, Jann Ó. Ellingsgaard sló til. ÍF fekk sítt fyrsta stig, men teir á heimaliðnum irðaðu seg, meðan TB hevur fingið eina fína byrjan við 4 stigum.

Tað er ikki nógv fráliðið, so tí er tað ikki óvæntað, at tað er tætt ímillum liðini. Tó er tað áhugavert, at bert tvey lið hava vunnið meira enn einaferð. KÍ og HB vunnu í dag fyri fyrstu ferð í ár og eru saman við B36 ósigraði. Víkingur, TB og NSÍ hava øll roynt at vunnið, javnað og tapt. EB/Streymur er einasta liðið, sum einki stig hevur fingið: 

Støðan eftir 3. umfar
1. B36 (9 stig)
2. Skála (6 stig)
3. KÍ (5 stig)
4. HB (5 stig)
5. Víkingur (4 stig)
6. TB (4 stig)
7. NSÍ (4 stig)
8. AB (3 stig)
9. ÍF (1 stig)
10. EB/Streymur (0 stig)

4 .umfar - verður leikt komandi vikuskift:

4 06.04.19      NSÍ Víkingur
4 07.04.19   ÍF  
4 07.04.19   B36 HB  
4 07.04.19   TB EB/Streymur  
4 07.04.19   AB SKÁLA

Talva: FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder