Hondbóltur

Ógvuliga tungur HM-dagur hjá Norðurlondum

Brasil og Portugal skrivaðu søgu, og nú kunnu Noreg og Svøríki ikki spæla seg í fjórðingsfinalurnar - Ísland skal eftir greiða tapið fyri Kroatia hava hjálp frá Slovenia sunnudagin.

Svøríki spældi ikki væl móti Brasil, sum er fyrsta suðuramerikanska landið í einari HM-fjórðingsfinalu (Mynd: EPA)

Svøríki spældi ikki væl móti Brasil, sum er fyrsta suðuramerikanska landið í einari HM-fjórðingsfinalu (Mynd: EPA)

2025-01-25 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Noreg, Svøríki og Spania. Hesi hava í stóran mun verið millum fremstu landsliðini í manshondbólti seinastu mongu árini, men nú eitt umfar er eftir av HM-meginumfarinum hava øll mist møguleikan at spælt seg í fjórðingsfinalurnar.

Hetta er greitt eftir úrslitini í gjár, har Brasil og Portugal spældu seg víðari. Noreg taptu móti hesum báðum londunum í innleiðandi bólkaspælinum og hevði harvið einki stig við víðari. Tí merkti stórsigurin á Kili í gjárkvøldið sum so einki.

Svøríki spældi ikki ein góðan dyst móti Brasil, sum er fyrsta suðuramerikanska landið nakrantíð, ið hevur vunnið seg í eina HM-fjórðingsfinalu. Har skal Brasil helst hitta Danmark.

[object Object]
Stórur fagnaður á brasliumonnum eftir enn ein flottan sigur í Oslo (Mynd: EPA)

Spania er í gongd við eitt ættarliðskifti og megnaði ikki at standa ímóti álopsmaskinuni hjá Portugal í gjár. Hetta var fyrsti sigur nakrantíð hjá Portugal á grannunum Spania í einum endaspæli, og tað er er fyrstu ferð at landið verður millum tey seinastu átta.

[object Object]
Portugal er framvegis ósigrað í endaspælinum

Við úrslitunum í gjár er samstundis greitt, at Noreg verður fyrsta vertslandið síðani Portugal í 2003, sum ikki kemur í minst fjórðingsfinalurnar. Í norskum miðlum tosar man um, at í Noreg, Svøríki og Spania burdi mann skamma seg.

2. umfar í meginumfarinum - bólkur III

Spania - Portugal 29-35
Svøríki - Brasil 24-27
Kili - Noreg 22-39

Støðan: 
1. Portugal 7 stig * 
2. Brasil 6 stig *
------------------
3. Noreg 4 stig
4. Svøríki 4 stig
5. Spania 3 stig
6. Kili 0 stig

* Víðari

Tað at bæði Brasil og Portugal vinna seg víðari frammanfyri so stórar hondbóltstjóðir er avgjørt eitt bilsni.

Tað er hinvegin ikki óvæntað, at tað er ógvuliga tætt í bólki IV, sum verður spældur í Zagreb. Har eru kroatisku vertirnir, Egyptaland og Ísland jøvn á seks stigum, nú eitt umfør er eftir. 

Trupulleikin fyri íslendingar er bara, at tapið við seks málum í gjár ger, at liðið nú er verri innanhýsis (innanhýsis málúrttøku) enn hini bæði.

Kroatia hevur tann á pappírinum greitt torførasta dystin í seinasta umfarinum, sum verður í morgin, sunnudagin. Slovenia er eftir tepra tapið fyri Egypalandi í gjár ikki longur við í stríðnum um fjórðingsfinalupláss men kann gera fortreð fyri eitt heldur óstøðugt kroatiskt lið.

Í gjár vóru Martinovic, málverjin Kuzmanovic og hinir tó í hopla saman við ógvuliga larmandi áskoðarunum. Ísland var ósigrað frammanundan, men Kroatia fekk beinanvegin tak á dystinum og tryggjaði sær greiða sigurin og fyrimunin í bólkinum. Fyri Dagur Sigurðsson var talan um serstakan sigur: Venjarin hjá Kroatia fekk taki á landsmonnum sínum.

[object Object]Dagur Sigurðsson. Støðan hjá honum og Kroatia er nú greið: Ein sigur á Slovenia í morgin sendir liðið víðari. Ísland og Eygptaland hava ávikavist Argentina og Kap Verde á skránni (Mynd: EPA)

[object Object]

Kroatisk hondbóltsveitsla í gjár (Mynd: EPA)

2. umfar í meginumfarinum - bólkur IV
Argentina - Kap Verde 30-26
Egyptaland - Slovenia 26-25
Kroatia - Ísland 32-26


1. Kroatia 6 stig
2. Egyptaland 6 stig
------------------------
3. Ísland 6 stig
4. Slovenia 4 stig
5 Argentina 2 stig
6. Kap Verde 0 stig

Tvey lið koma víðari úr meginumfarinum. Ísland og Eygptaland hava ávikavist Argentina og Kap Verde á skránni, har tey eru stórfavorittar. Slovenia og Kroatia spæla sunnukvøldið klokkan 19.30.

Í kvøld eru teir báðir seinastu dystirnir í hinum báðum bólkunum. Har er tað mesta avgjørt: Um Ungarn vinnur favorittsigur á Katar, so er Ungarn víðari saman við Fraklandi.

Sí eisini: Danmark, Týskland og Frakland eru víðari

Dystarskráin sæst HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder