Fótbóltur

Ógvusligur spenningur á Tórsvølli

Onki mál hóast FC Ballkani hevur havt bóltin í KÍ-netinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-11 19:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ein ógvusligur spenningur á Tórsvølli í kvøld. Stundum tykist tað sum ein hatskur stemningur millum bláa KÍ-liðið og appelsingula Ballkani-liðið úr Kosovo.

Fjølmentu KÍ-áskoðararnir gera eisini sítt til. Tað verður buh’að og bríkslað, hvørja ferð dómarin dømir fríspark til teir appelsingulu, og ikki minst tá teir appelsingulu dríggja tíðina í sambandi við deyðbóltar ella tveita seg á vøllin so at siga hvørja ferð ein KÍ-leikari nertir teir.

Tað er Ballkani, sum vil trekkja tíðina, meðan KÍ eru meira eldhugaðir í bóltjagstranini, tá teir bólttryggu Balkan-búgvarnir hava bóltin.

FC Ballkani hevði onga veruliga roynd havt móti málinum hjá KÍ fyrr enn í 31. minutti, men tann royndin kom eftir eina forering frá KÍ-málverjanum: Mathias Røsenørn kiksaði eitt útspark til ein Ballkani-leikara, sum hevði tómt mál, men onkursvegja eydnaðist tað Rosenørn at gera tað gott aftur og stórbjarga málroyndini.

Átta minuttir seinni hevði FC Ballkani bóltin í KÍ-netinum, og frøin var stór á teimum appelsingulu inntil tað gekk upp fyri teimum, at linjudómarin hevði veittrað fyri rangstøðu. Alt liðið fór stórleypandi yvir til linjudómaran at mótmæla, men dómararnir stóðu við sítt, og dømdu fríspark fyri offside í eini støðu, sum hendi einar tríggjar nertingar áðrenn bólturin varð settur í málið.

KÍ-hinvegin hevur eisini havt fleiri góðar støður at skora, tó uttan at tað eydnaðist. Beint áðrenn bólturin lá í KÍ málinum, høvdu teir bláu tveir stórar málmøguleikar hvør eftir annan, men Ballkani fekk blokerað.

Klaksvíkingar hava staðið seg sera væl í verjuspælinum. So væl, at Ballkani-spælið nærmast støðgaði upp miðskeiðis í hálvleikinum. Tað var sum um, at teir ikki funnu lykilin gjøgnum KÍ-verjuna, og høvdu ikki hugflog til annað enn at spæla millum sín upp á tvørs miðskeiðis á vøllinum.

Jú, spenningurin er øgiligur, ja beinleiðis ógvusligur á Tórsvølli, nú liðini eru farin at fáa sær temunn í hálvleikinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder