Kappróður

Ókeypis at hyggja eftir róðrinum á Norðoyastevnu

– Í samráð við landsins myndugleikar og við Klaksvíkar Kommunu, mæla vit fólki til at brúka ymisk pláss kring vágna sum áskoðarapláss. Hetta gera vit, so at vit ikki savna óneyðuga nógv fólk á einum og sama stað, skrivar Klaksvíkar Róðrarfelag.

Fípan Fagra á Norðoyastevnu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fípan Fagra á Norðoyastevnu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-30 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ársins fyrsti FM-róður, sum verður hildin á Norðoyarstevnu í Klaksvík um eina viku, verður hildin sum undanfarin ár – tó verður ein broyting.

Tað varður ókeypis at hyggja.

– Í samráð við landsins myndugleikar og við Klaksvíkar Kommunu, mæla vit fólki til at brúka ymisk pláss kring vágna sum áskoðarapláss. Hetta gera vit, so at vit ikki savna óneyðuga nógv fólk á einum og sama stað.

– Í Klaksvík eru fleiri pláss við frálíkum útsýni yvir alt kappróðrarøkið. Vit mæla til, at áskoðarar spjaða seg á hesi pláss, og ikki savnast í bólkum. Eisini ber til at hyggja eftir róðrinum í KVF, skrivar Klaksvíkar Róðrarfelag á Facebook.

Felagið tekur av hesu orsøk ikki nakað gjald frá áskoðarum í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder